Í samband við ABC vikuna bjóðar ÍSF til Opið Hús í heystfrítíðini.
Vit verða á Torginum í SMS frá mánadegnum 14. til fríggjadagin 18. oktober frá kl. 10-18.
At vera virkin í ítrótt er at liva boðskapirnar í ABC fyri sálarliga heilsu. Og tað er staðfest, at tað kann hava týdning fyri lívsvirðið, strongdarstøðið og samlaðu heilsustøðuna hjá okkum, tá vit eru virkin saman við øðrum. Og vit vita eisini, at tann góði felagsskapurin hevur so nógv gott og fyribyrgjandi við sær.
Tí brúkar ÍSF boðskapirnar í ABC í nógvum av okkara virksemi. M.a. í samband við Skúlaleikir í skúlum kring alt landið.
Í heystfrítíðini bjóða ymiskar ítróttagreinar inn til hugna og spøl á Torginum í SMS. Vit seta útgerð upp og gleða okkum at taka væl ímóti stórum og smáum. Eisini verður myndakrókur við alskins ítróttaútgerð, sum øll kunnu stuttleika sær við.
Fylg við á facebook hjá Ítróttasambandi Føroya – har leggja vit kunning út um hvør ítróttagrein er hvønn dag.
Øll fáa eisini eitt av vælumtóktu endurskinunum við áskriftini: “Øll skulu kenna seg sædd”.