Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur sett ein IOC-samskipara, sum skal leiða og styrkja arbeiðið at vinna Føroyum fullan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC).

Føroyskur olympiskur limaskapur er framvegis eitt av týdningarmestu strategisku málunum hjá føroyskum ítrótti. Við einum samskipara verður frameftir arbeitt meira miðvíst við hesari uppgávuni.

– Olympiskur limaskapur hevur framvegis fremstu raðfesting hjá ÍSF, og við hesum fáa vit arbeitt meira miðvíst og professionelt fram ímóti okkara máli. Í ÍSF vilja vit skapa bestu fortreytir fyri føroysk ítróttafólk, og undir hesum er eisini atgongdin til luttøku undir egnum flaggi á olympisku leikunum,

sigur Marita Debess Magnussen, aðalskrivari í ÍSF.

Uni Holm Johannesen fer at standa fyri uppgávuni. Hann er 36 ár og útbúgvin stjórnmálafrøðingur, umframt at hava nomið sær diplomútbúgving í leiðslu. Hann hevur fyrr arbeitt sum journalistur, fulltrúi, ráðgevi og løgtingsmaður.

Sum samskipari fær hann ábyrgdina av samskiftinum við IOC, altjóða ítróttafelagsskapir, føroysk ítróttasambond og aðrar viðkomandi partar. Eisini skulu upplýsingar um føroyskan ítrótt og føroysku støðuna í altjóða ítrótti sum heild savnast og miðlast.