Ítróttasambandið mælir til tøgn fyri at minnast tey óseku, ið doyðu í USA samstundis sum ítróttafólk gera vart við anstygd sína mótvegis yvirgangi.

Hvørja lívs- og samfelagsáskoðan vit so enn hava, so kann eingin á nakran hátt taka undir við teimum illgerðum, ið hava rakt USA. Neyðugt er at vit øll, ið hava frið og frælsi sum ein náttúrligan part av lívi okkara, vísa okkara anstygd og fordøma tær valdsgerðir, sum 11. september kostaðu hópin av ósekum menniskjum lívið. Samstundis eiga vit at vísa teimum avvarðandi, amerikanska fólkinum og USA okkara samkenslu.

Ítrótt, ið byggir á vinarlag og friðarliga kapping millum fólk óheft av landamørkum, átrúnað og politiskari áskoðan, kann bert uppá tað harðasta fordøma slíkan yvirgang, ið hevur verið so nógvum ósekum fólki at bana. Tað er ikki nógv vit kunnu gera fyri tey avvarðandi, men vit kunnu í øllum førum gera vart við andstygd okkara við yvirgang og yvirgangsatsóknir, samstundis sum vit vísa samkenslu við teimum, ið hava verið fyri so álvarsligum hendingum og so meinum missi.

Tí vil Ítróttasamband Føroya heita á øll ser- og deildarsambond umframt øll ítróttafeløg um at byrja kappingar teirra í vikuskiftinum komandi við at halda tøgn í ein minutt og í virðing minnast tey, ið ósek gjørdust offur fyri fyrilitasleysum mannvargum. Samstundis ber henda tagnarstund boð um, at vit venda okkum frá øllum yvirgangi.

Vegna ítróttafólk, ítróttafeløg, deildar og sersambond

Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen, forseti