Á tiltakið í Smæruni í dag, sum ÍSF skipaði fyri, varð avdúkað, hvørji vórðu vald til Ársins ÍtróttaNAVN 2018, Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 og hvør fekk heiðursskjal Poul E. Petersen.
Endamálið við tiltakinum, er at varpa ljós á tey, sum íðka, virka og skipa fyri í vanliga gerandisdegnum úti í ítróttafeløgunum.
Ársins ÍtróttaNAVN 2018 er:
Súkklarin Torkil Veyhe
Ársins ÍtróttaÁTAK 2018 er:
Flogbørn – í skúlunum í Føroyum, sum Flogbóltssambandið skipar fyri
Heiðursskjal Poul E. Petersen fekk:
Peter Hentze Niclasen fyri sítt virki innan borðtennis
Saman við einum heiðurskjali fingu vinnararnir kr. 10.000 í part afturfyri síni avrik. Hesi stuðlaðu tiltakinum:
Atlantic Airways stuðlaði Ársins ÍtróttaNAVN 2018
Tórshavnar kommuna stuðlaði Ársins ÍtróttaÁTAK 2018
Klaksvíkar kommuna stuðlaði heiðursskjal Poul E. Petersen’s
Portal.fo var á staðnum og tók fleiri myndir, sum síggjast her: portal.fo