ÍSF og TAKS skulu hervið minna feløg og sambond, sum útgjalda løn til hjálparfólk við ítróttafrádrátti, á at gera hetta rætt beinanvegin, tá lønin verður útgoldin. Bæði við at brúka rætta v-talið, og at syrgja fyri, at upphæddin ikki fer so mikið sum 1 oyra uppum kr. 50.000 í kalendaraárinum.
Á heimasíðuni hjá TAKS er ein fín síða at brúka sum vegleiðing:
www.taks.fo/fo/borgari/fradrattur/itrottafradrattur/
Men annars, í høvuðsheitum:
Samsýningin kann í mesta lagi vera kr. 50.000, eftirlønin kemur aftrat upphæddini. Fær hjálparfólkið frítíðarløn, skal hon roknast uppí tær kr. 50.000.
Frádrátturin verður útgoldin sum avlopsskattur árið eftir, men tað ber eisini til at skráseta inntøkuna við ársbyrjan og fáa frádráttin leypandi, men tá er neyðugt at fyribilsskráseta seg við væntaðu samsýningini, sí her:
www.taks.fo/fo/borgari/skattur/fyribilsskattaskraseting
V-tal: Fyri at samsýning skal kunna geva rætt til ítróttafrádrátt, skal felagið, sum rindar samsýningina, hava eitt v-tal til hjálparfólk hjá ítróttafeløgum, sí her:
www.taks.fo/fo/vinna/vinnuskrain/v-tal-til-hjalparfolk-hja-itrottafeloegum
Feløg og Sambond eru vælkomin at ringja og/ella skriva til ÍSF og TAKS við ivamálum.