Leygarkvøldið tann 23. mai 2009 klokkan 20 – 02 eru ítróttarfeløgini í Runavík og Toftum saman um ungdómstiltak í ítróttarhøllini í Runavík. Tá verða dyrnar lætnar  upp fyri tannáringum / ungdómum í aldrinum 14 – 20 ár at íðka ítrótt undir hugnaligum og stuttligum umstøðum.
Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra seg – eisini tey sum ikki longu eru virkin í ítróttarfeløgum. At minna á týdningin at røra seg og at kveikja áhuga fyri ítrótti.

Ætlanin er at ungdómarnir skulu hava møguleika at royna ymiskar ítróttargreinir og spøl, ið ikki eru so vanlig til dagligt. Dentur verður lagdur á sosiala samverðu og at tað skal verða stuttligt.

Á onkrum plássi hava fyriskipararnir valt at deila plássið upp, soleiðis at fleiri ítróttargreinir og ymisk spøl verða íðka í senn. Aðrastaðni verður fyriskipa soleiðs at feløgini/ítróttargreinirnar deila kvøldið millum sín, soleiðis at fyrst verður ein ítróttargrein íðka og so næsta part av kvøldinum verður ein onnur o.s.fr.

Stórt ítróttartiltak verður í ítróttarhøllini í Runavík frá kl. 20 og endar kl 02. Nógv ymiskt spennandi verður á skránni:

Flogbóltur, sjórænahondbóltur, rógving, arobic, høvdingabólt, borðtennis, linedans, eisini kemur Jens Marni Hansen at spæla.

Tiltakið er ókeypis.

Vinarliga
B68 Flogbóltur, NSÍ, Støkk, Tjaldur, B68, Kappróðrarfelagið NSÍ