Ítróttur er ein partur av loysnini, harra løgmaður!
Í formansrøðu síni á landstinginum hjá Sambandsflokkinum tosaði Bárður Nielsen um ein av okkara størstu trupulleikum: rúsevni og fylgjurnar av teimum. ÍSF er miðvíst farið undir at styrkja breiddartilboðini – og vit meta okkum vera ein part av loysnini.
Trupulleikarnar av rúsevnum kunnu vit skjótt semjast um. Flestu okkara hava nokk somu fatan, sum løgmaður, tí rúsevni eru ræðulig – fyri misnýtaran, fyri nærumhvørvið og fyri samfelagið sum heild. Seinastu tíðina hava vit hoyrt alt ov nógv um hesar trupulleikarnar.
Vit eru samd við løgmanni, tá hann sigur, at:
»Føroyar skulu vera besta og tryggasta staðið at vaksa upp og vera ungur í. Men (..) rúsevni tykjast alsamt lættari at fáa fatur á, og tað er staðfest, at tað eru ung í Føroyum, sum frammanundan hava tað trupult, sum koma út í misnýtslu og kriminella umvørvið, har hóttanir og ógvusligur harðskapur er alt meira vanligur.«
Tað eru í stóran mun ung, sum ikki hoyra til nakra aðra staðni, sum við tíðini fara at kenna seg heima í hesum skaðiliga umhvørvinum. Hetta vita vit – og løgreglan dylir heldur ikki yvir, at tað er so.
Løgmaður spurdi, hvussu vit kunnu fyribyrga, at tey ungu av fyrstan tíð søkja umhvørvið við rúsevnum.
Ein máti kundi verið at hækkað játtanina til ítróttin og onnur frítíðartilboð. Jú breiðari og jú fleiri skipað tilboð vit hava, jú betur fáa vit forðað fyri, at tey ungu enda í skeivum umhvørvi – ella at tey taka skeivar avgerðir um hesi viðurskiftini.
Tí eru alternativ tilboð til hesi ungu – heilt frá barnaárunum – ein partur av loysnini. Fáa vit tey inn í góðar, sunnar felagsskapir, vita vit, at vandin fyri at tey enda í skeivum umhvørvi, er væl minni enn um tey sleppa at ganga í óskipaðum bólkum, har lítið uppbyggiligt er at heinta.
Elin H. Joensen
Forseti í ÍSF