Ítróttasamband Føroya ynskir saman við Fólkaheilsuráðnum at taka stig til, at heystfrítíðin hjá skúlunum ikki fer framvið í leti.

Hesum vilja vit fegin hava tykkum at hjálpa okkum við.

Tankin er, at tit “lata felagið upp” og onkran dag ella dagar í heystfrítíðini (millum 12. og 16. oktober) í tíðarskeiðinum 14.00 – 20.00 skipa fyri nøkrum tiltøkum, har øll fólk, eisini tey ið ikki eru limir í felagnum, fáa høvi at royna seg innan tykkara ítrótt.

Okkara ætlan er, at tit røkka ungum sum eldri. Sjálvsagt serliga skúlaungdómi – ið jú hevur frí hesa vikuna, men eisini foreldrum og/ella ommum og abbum. Eitt hugskot frá okkum er, at “tvey ættarlið royna seg”. Tvs., at foreldur kunnu koma við sínum børnum og bæði fáa okkurt burturúr.

Tað er umráðandi, at tað er bæði stuttligt og hugaligt hjá luttakarunum. Tit duga best sjálvi at fylla karmarnar út og finna uppá hvat fyri aktivitetir passa seg til hetta tiltakið.

Vit vænta okkum svar uppá áheitanina innan 25. september. Tá ið svarini eru komin, verða øll tiltøkini hjá øllum ítróttafeløgum samlað, og send runt til tykkum til endaliga góðkenning.

Eftir hetta, verða skráir gjørdar fyri hvørt øki, Suðuroy, Sandoy, Suðurstreymoy o.s.fr.. og sent á skúlarnar og til miðlarnar. Í skráunum eru tilboðini til íbúgvarnar á hvørjum øki.
Vónandi fara nógv at taka av tilboðunum. Fólkaheilsuráðið tekur sær av miðlunum og lýsingum.

Nýtið hetta høvið, nú rørsluár er, at kunna øll – eisini tey, ið ikki íðka nakað – um tykkara ítrótt og at vísa, hvussu stuttligt og gott tað er at vera aktiv/ur.

Øll vinna við hesum: Tit fáa høvi at fáa nýggjar limir og viðhaldsfólk, vit fáa høvi at vísa, hvussu stóran týdning ítrótturin í Føroyum hevur og seinast, men ikki minst, fær fólkaheilsan tað nógv betri av, at fólk røra seg!

Vinarlig heilsan

ÍSF og Fólkaheilsuráðið