Skeiðið verður 15 og 16 januar 2010 í ÍSF-húsium í Havn. Fríggjakvøldið 15/1-10 frá kl. 18.00 til kl. 21.00 og leygardagin 16/1-10 frá kl. 09.00 til kl. 17.00.

Innihald
Venjing hví og hvussu, upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið.

Undirvísari er Ulrik Balle.

Málbólkur
Venjarir, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr
Á skeiðnum fært tú vitan um hvussu kroppurin virkar og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari upptrening, um skaðin er hendur.
Luttakarirnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrøv
Krav er at hava luttikið á skeiðnum “ítróttur fyri børn og ung”.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiði er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Tilmelding
Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til er mikudagin 6 januar 2010 á ahl@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 282331.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.