Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Sigrun Wardum er forkvinna í felagnum Javna
Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Eg royni at halda meg í form við kosti, sum ikki inniheldur sukur, hveiti og mjólk. Harumframt eti eg nógv grønmeti, økologiskt tá tað er møguligt. Og so royni eg at brúka góða rávøru og gera so nógv av matinum sum gjørligt frá grundini.
Eg havi trupult við at fáa gjørt nóg mikið av ítrótti. Men eg fái tørn har eg svimji og íðki í fitness nakrar ferðir um vikuna. Mær dámar eisini væl at ganga túrar.
Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg eri stuðulslimur í tveimum ítróttarfeløgum. Smæruni, Neistanum og Víkingi, men ikki íðkandi limur.
Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Sum barn og ung spældi eg hondbólt við GÍ. Harumframt dámdi mær væl at svimja. Tá var ongin innandura svimjihøll, so svomið varð í einum svimjihyli omanfyri skúlan við Gøtugjógv og á sandinum í Syðrugøtu.
Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Tað er ongin ivi um, at likamsrørsla er av alstórum týdningi fyri heilsuna hjá okkum menniskjum.
Eftirsum at flestu okkara røra okkum ov lítið í okkara arbeiði og gerandislívi annars, er tað av sera stórum týdningi at íðka okkurt slag av ítrótti.
Tað betrar um blóðumlopið og gevur harvið meira føðslu og súrevni út í allar partar av kroppinum. Tað viðførir, at vit verða betri fyri uppá allar mátar.
Eg føli væl munin ímillum, tá ið eg íðki og tá ið eg ikki íðki. Alt gerst lættari.
Samfelagsligi ágóðin er til at fáa eyga á. Vit fáa glaðari fólk. Og so fáa vit eisini frískari fólk, tá ið sæð verður burtur frá ítróttarskaðum. Frískari fólk skulu sæst aftur í lækkaðum útreiðslum til heilsuverkið.