Tryggingin fevnir um allar aktivar limir hjá tryggingartakaranum – ÍSF – t.e. aktivir limir í ítróttarfeløgum undir Ítróttarsambandinum Føroyar.

Endurgjald verður veitt í samband við deyð, avlamni, tannskaða, brillur/linsur og sjúkraviðgerð, ið er fyriskipa av lækna sambært §2 í tryggingartreytunum.

Tryggingarhædd fyri hvønn einstakan lim:
v/avlamni – upp til – kr. 500.00,00
v/deyð – upp til – kr. 250.00,00

Henda tryggingaravtalan umfatar ikki dagpening fyri mista arbeiðsinntøku.

Endurgjald við deyð er avmarkað til kr. 10.000,00 fyri børn undir 18 ár.

Tryggingartreytir:
Fyri tryggingina galda viðløgdu tryggingartreytir fyri kollektiva ítróttarvanlukkutrygging.

Sertreytir:
Endurgjøld fyri tannskaða kann í mesta lagi verða kr. 15.000,00 fyri einstakan skaða og fyri brillur/linsur kr. 1.500,00.

Tað áliggur tryggingartakaranum at fyriskipa trygdarreglum í samband við hvørja einstaka ítróttargrein.

Ítróttarfeløgini bera ábyrgdina av, at hesar verða fylgdar.

TRYGGINGARSAMBANDIÐ FØROYA