Krevur nógvar venjingartímar at náa hægstu tindar
Danski badmintonleikarin Poul-Erik Høyer, sum vann OL gull í Atlanta 1996, hevur verið í Føroyum og lagt føroyskum úrvalsítróttarfólki lag á
“Bara eg síggi hasa myndina, kann eg framkalla ta kensluna, eg hevði tá, og eg merki beinanvegin hvussu hárini reisast á arminum og upp eftir rygginum. Tað er ein ófatiliga góð kensla. Tað var júst hesa kensluna eg vildi uppliva, tá eg setti mær míni mál fyri ítróttin”.
Tað var ein maður, ið hevur upplivað so at siga alt innan sín ítrótt, sum hóskvøldið (22. januar 2010) helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Poul-Erik Høyer er millum teir allarbestu badmintonleikararnar, sum Evropa hevur fostrað. Hann hevur roynt næstan alt innan sín ítrótt – millum annað at vinna evropameistaraheitið, All England kappingina og gull við olympisku leikirnar í 1996 – og nýliga varð hann innlimaður í tann mest heiðurliga skarðan fyri donsk ítróttafólk, Hall of Fame.
10.000 venjingartímar
Á fyrilestrinum í Norðurlandahúsinum greiddi hann frá, hvussu tað eydnaðist honum at koma so langt. Hvussu hann setti sær mál, og hvussu hann stríddist við sinnalagnum fyri at náa so langt. Tí tað krevur venjing – sera nógva venjing at koma so langt.
“Kanningar hava víst, at tað krevur harða miðvísa venjing í minst 10.000 tímar fyri at gerast eitt framúrskarandi ítróttarfólk, sum kann vera við í kappingini millum tey bestu í heiminum. Tit kunnu sjálvi seta tykkum við roknimaskinuna og rokna út hvussu nógv tað er. Tað er meira enn tveir tímar um vikuna, kann eg lova tykkum”, segði Poul Erik Høyer millum annað.
Umframt kenda fyrrverandi danska OL-vinnaran, var eisini ítróttastjórin hjá Dansk Badminton Forbund, Finn Trærup-Hansen við á Føroyaferðini. Hann hevur í dag ábyrgdina av allari venjing av donskum landsliðsleikarum, og hevur fyrr verið bæði danskur, avstralskur og enskur landsliðsvenjari í badminton.
Tak framløguna hjá Finn Trærup-Hansen niður (406 kb pdf).
Danmark er sum kunnugt millum einastu tjóðirnar, ið klára at bjóða sterku asiatisku badmintontjóðunum av til tær stóru kappingarnar.
“Vit hava roknað út, at ein danskur badmintonspælari er 24,5 ár áðrenn hann er komin upp á 10.000 venjingartímar. Kinesisku badmintonleikararnir hava vant í 10.000 tímar tá teir eru 19 ára gamlir. Tað er har munurin er á asiatiskum og evropeiskum ítróttahugburði. Trupulleikin hjá kinesiska spælaranum er, at longu tá hann er 22 ár, so eru fleiri 19 ára gamlir leikarar kominr fram, ið eru uppaftur betri”, segði Finn Trærup-Hansen.
OL er tað størsta
Myndin, sum Poul-Erik Høyer sipaði til tá hann greiddi frá, hvussu hárini reistust á kroppinum, er myndin av honum, tá hann í gleðisrúsi kastaði seg á knæ og skræddi troyggjuna upp eftir at hava vunnið á indonesaranum Arbi í hálvfinaluni undir OL í Atlanta. Myndin ferðaðist kring allan heim, og gjørdi ikki bara Poul-Erik heimskendan, men skapti eisini eina nýggja ímynd av tí siðiliga badmintonítróttinum sum ein, har tað ber til at vísa kenslur.
Poul-Erik luttók á trimum olympiskum leikum sum aktivur leikari. Hann og Finn Trærup brúktu nógva tíð upp á at greiða frá serligu kensluni, eitt ítróttafólk upplivir við at luttaka á olympiskum leikum.
“At vera við til byrjanarhátíðina saman við túsundtals øðrum ítróttarúrmælingum og fleiri milliónum sjónvarpshyggjarum, uppliva “showið” tá olympiski kyndilin verður kveiktur er eitt fantastiskt upplivilsi, sum eg unni øllum atletum, ið taka sín ítrótt í álvara”, segði Poul-Erik Høyer.
Geva føroyingum íblástur
Poul-Erik Høyer og Finn Trærup-Hansen vóru í Føroym sum gestir hjá ÍSF og Føroya Badmintonsambandi. Ferðin er partur av arbeiðinum hjá ÍSF fyri menning av føroyskum úrvalsítróttarfólki, og endamálið var at geva teimum bestu føroysku ítróttarfólkunum innan allar ítróttagreinar og teirra venjarum íblástur til, hvussu komast kann víðari frameftir innan teirra ítrótt.
Á fundinum i Norðurlandahúsinum kundu teir báðir vísa á hvussu man ger fyri at fáa danskar badmintonspælarar fram í ítróttarheminum. Føroyskir ítróttarleiðarar og ítróttarfólk, kundu fáa íblástur til at síggja hvat krevst. Og tað krevur venjing, málrættaða venjing fyrst av øllum. Men neyðugt er eisini at duga at seta sær realistisk mál, og at arbeiða við hugburði og lyndinum hjá tí einstaka ítróttafólkunum.
Málrættað venjing
Dansk Badminton Forbund fremur málrættaða venjing av sínum gávuríku leikarum á serligum venjingarmiðstøðum – í dag liggja tær í Århus og í Brøndby.
Boðskapurin er, at neyðugt er – í hvussu so er í badminton – at savna teir bestu leikararnar, so at teir kunnu venja saman og móti hvørjum øðrum. Tað hevur alstóran týdning at savna teir til venjingar í landsliðshópinum, men seinastu tíðina eru tey komin eftir, at tann ”vikuligi venjingartímin” ella ”..tímarnir” heima í felagnum eisini hava ómetaliga stóran týdning fyri menningina av einstaka leikaranum.
Hóast tað, so mælir DBF framvegis til, at talentini verða savnað á einum stað, og tað merkir í nógvum førum, at teir bestu badmintonspælararnir í Danmark verða noyddir til at flyta til Keypmannahavnar fyri at venja og spæla við spælarum á jøvnum føti um teir hava ambisjónir um at verða millum tey bestu í heiminum.
Føroyaferðin hjá Poul-Erik Høyer og Finn Trærup-Hansen varð brúkt til fundarvirksemi saman við Badmintonsambandi Føroya, og eisini var møguleiki at hitta Kaj Leo Johannesen, løgmann, fyri at tosa um føroysku møguleikarnar í olympiskum sambandi.
Poul-Erik Høyer er næstformaður í Dansk Badminton Forbund.
[nggallery id=28]