Nú summarfrítíðin hjá nógvum er at enda komin, byrjar vetrarítótturin sítt virksemi aftur. Børn og ung verða boðin at tekna seg til ítrótt, og flestu teirra, sum longu eru uppi í ítrótti halda fram.
Ítróttasamband Føroya vil fegið verða við og gera sítt til at børnini, tey ungu eins og foreldur og avvarandi saman við teimum, ið varða av ymisku ítróttafeløgunum, fáa eina góða byrjan og í framtíðini góða uppliving í ítrótta-umhvørvinum.
Vit vísa á leiðreglurnar um góðan atburð, sum Ítróttasamband Føroya hevur orðað og staðfest í 2008.
Hesar leiðreglur siga nakað um, at vit skulu fara væl um hvønn annan og hava virðing hvør fyri øðrum, so at ítrótta-umhvørvið er eitt gott og trygt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg væl og vird og koma saman í gleði.
Okkara hugskot er, at feløgini saman við børnunum, teimum ungu og foreldrum/avvarandi taka evnið um góðan atburð upp við byrjan av ítróttaárinum. Hetta kann verða gjørt á felagsfundi, har leiðreglurnar verða gjøgnumgingnar, og tosað kann verða um týdningin av hesum.
Leiðreglurnar eru at finna sum plakat áleið í A2 stødd. Ætlað at verða hongd upp í felagshølum og høllum. Eisini eru serstøk kort í A5 stødd, sum kunnu takast upp hvørt sær.
Tað ber eisini til hjá feløgum, ið hava heimasíðu, at vísa til leiðreglurnar umvegis sína heimasíðu.
Feløg kunnu fáa plakatina og kortini við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF, umframt at leiðreglurnar eru á heimasíðuni hjá www.isf.fo undir bjálkanum Góður atburður.
Vit í ÍSF vóna, at hetta er við til at ítrótturin altíð er eitt ynskiligt umhvørvið.