Stevnumið um rúsevni og ítrótt
1. Ítróttasamband Føroya, ÍSF, arbeiðir ímóti rúsevnanýtlsu í sambandi við ítrótt.
2. Børn og ung, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur børn og ung og eiga ikki at brúka rúsdrekka ella rúsevni í hesum samstarvi.
3. Allir limir felagsins skulu kunnast um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaavrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina.
4. Í størsta mun skal áskoðaramentanin vera trygg og familjuvinarlig. Í ítróttarfelagshølunum skulu galdandi lógir og reglur haldast.
5. Ítróttin eigur at hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part av virkseminum knýtt at rúsdrekka. Allar deildir, sersambond og feløg í sambandinum skulu fylgja landsins lógum um rúsdrekka. Í lýsingum á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum er ikki loyvt at lýsa við rúsandi evnum. Einki er hinvegin, sum forðar einstøku feløgunum ella sersambondunum at áseta strangari reglur fyri teirra ítróttargreinar hesum viðvíkjandi. Sersambondini og deildarsambondini hava ábyrgd av at kunna øll feløg um rúsevnapolitikkin.
6. ÍSF skal í altjóða samstarvi eisini arbeiða við at fremja henda rúsevnapolitikk.
Samtykt av stjórn ÍSF 09.02.12