Mikudagin 1 mars skipaði ÍSF fyri almennari móttøku í samband við at nyggi aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún er settur í starv. Umleið 100 fólk nyttu høvi at heilsa uppá nyggja aðalskrivaran.

Forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, bjóðaði vælkomin. Millum tey, sum tóku orðið vóru eisini aðalskrivarin í ÍSF, Petur Mittún, borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu Annika Olsen og Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri og fyrrverandi ÍSF forseti.

Heili 5 fyrrverandi ÍSF forsetar vóru eisini til móttøkua, Líggjas Joensen, Jógvan Arge, Heðin Mortensen, Sølvi Reinert Hansen og Petur Elias Petersen.

Petur Mittún byrjaði í nyggja starvinum 1 mars.