Góðu ólavsøkugestir – góðu føroyingar!

***

Í hálvaaðru viku hava vit fylgt við okkara U21-monnum í hondbólti, sum hava verið í Algeria og kappast um heimsmeistaraheitið.

Teir hava undirhildið okkum við sigrum og góðum úrslitum, og serliga vakti tað ans, tá teir góvu heimsstjørnunum hjá Fraklandi og Týsklandi ein skarpan gang.

Talan hevur verið um stór avrik, og fleiri við mær hava verið fullkomuliga rivin við av sigrunum, stríðsandanum og góðu úrslitunum.

Ikki frítt, at dysturin millum Dávid og Goliat á sinni fleiri ferðir hevur verið í huganum, nú hesir ungu menninir megnaðun at vera millum 16 tey bestu U21-landsliðini í heiminum.

Fantastiskt, at lítlu Føroyar soleiðis kunnu skaka heimsstjørnur og at ítrótturin enn einaferð megnar at umboða okkum øll so væl.

Tá tað gongur okkara ítróttarfólki væl, standa vit saman upp á ein serligan máta, tí tá eru vit ein tjóð og eitt fólk. Okkara hjørtu sláa í takt, meðan vit leggja til síðis alt tað, ið annars kann skilja okkum.

***

Neyvan savnar nakað føroysku tjóðina so væl sum ítrótturin, men tað kemur ikki av ongum.

Aftan fyri hvørt stórt avrik innan allar ítróttargreinar liggur ein stór fyrireiking við túsundtals venjingartímum og einum arbeiðsinnsatsi, ið ikki kann gerast upp í krónum og oyrum.

Og aftan fyri hvørt einasta ítróttarfólk eru aftur fleiri onnur, ið gera sítt besta fyri at hjálpa og stuðla, so tað ógjørliga ferð eftir ferð allíkavæl kann lata seg gera.

Tað veri seg foreldur, venjarar, leiðarar, hjálparfólk og onnur, sum hugagóð leggja grundarlagið, hóast tað ikki eru tey, ið sleppa til stásiligar móttøkur ella standa á sigurspallinum, tá avtornar.

Uttan hesi bar einki til, tí stoltu úrslitini koma ikki av tilvild ella hepni, men eru eisini hesum mongu og óløntu eldsálunum fyri at takka.

U21-menninir stríddust manniliga, men ikki einsamallir, tí teir og okkara fremstu ítróttarfólk eru eitt úrslit av felagsskapinum og felagsarbeiðnum, sum er sterki mergurin í ítróttarlívinum.

***

Góðu tit øll.

Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara – hildin til minnis um norska Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum í 1030 – og hon minnir okkum á siðborna arvin, at vit eru eitt kristið land og ein kristin tjóð.

Eisini er ólavsøkan nakað heilt serligt fyri okkum føroyingar, tí hvørt ár tekur mestsum alt landið tveir heilar dagar úr kalendarinum fyri at halda ólavsøku.

Allar dyr standa opnar og blíðskapurin býr í hvørjum smíli, og vit ganga omaneftir og niðaneftir í Havnargøtum, har vit hitta familju, vinir og kenningar og fáa mangt gott prátið.

Hvør skuffa í húsinum verður vaskað, garðar málaðir og ókrút lúkað, so alt skal vera klárt til hátíðina, nú flest føroyingar leita til Havnar og skulu kenna seg heima her.

Og so ikki at gloyma gleðiliga stríðið við at pussa silvur og leggja upp og leggja út, so føroysku klæðini sita sum best – bæði hjá gestum og vertum.

Nei – hetta hendir bara í Føroyum.

***

Hetta hava ítrótturin og ólavsøkan til felags, at tey binda okkum saman upp á ein serligan máta, so vit eru ein sterk eind og ein stolt tjóð.

Ólavsøkan er sum ein supputerningur, av tí besta og serføroyska.

Vit hava Merkið, midnáttarsangin og ólavsøkukórið. Løgting og kirkju. Kappróður og ríðing. Hondbólt og fótbólt

***

Nú eg standi her og hyggi oman yvir tykkum, góðu ítróttarfólk, er tað ein sera vøkur sjón, ið vekir góð ólavsøkuminni.

At vera við í skrúðgonguni saman við øðrum ungum, vóru góðar løtur, og vit munnu vera mong, ið hava upplivað, at á ólavsøku blivu mong vinarbond knýtt, sum halda enn í dag.

Vakri ungdómurin umboðar ymsar ítróttargreinar og ymisk feløg. TIT geva ólavsøkuni eina góða og hábærsliga byrjan.

***

Tað er stimbrandi at síggja, hvussu tit eldru taka tykkum av teimum yngru. Tað er rætti vegurin fram, at vit rætta hvørjum øðrum hondina og hjálpast at.

Men eisini í tí stóru mannamúgvuni, sum er savnað her á Vaglium – og ímillum teirra, sum lýða á kring landið – eru ein rúgva av fólki, sum hava rætt sínar hjálpandi hendur. Bæði innan ítrótt, skótar og annað frítíðarvirksemi.

Tit røkja øll uppgávur, ið mugu røkjast, skal heildin hanga saman, og øll eru vit ein steinur í góða varðanum, ið vísir leiðina frameftir

Gamaní, skal onkur steinur vera tann ovasti á varðanum, men minnist til, at hvør einasti steinur hevur sítt stóra virði.

Vit mugu ikki gloyma, at tað er brúk fyri okkum øllum onkrastaðni, tí ofta eru tað tey smæstu klípini, ið styðja teir størstu steinarnar.

***

Søguliga sæð hava Føroyar vunnið seg fram sum land og tjóð, tí felagsskapurin hevur verið tann berandi megin í øllum.

Ongantíð var einstaklingurin størri enn heildin, og tí mugu vit ansa eftir hugburðinum, sum sigur, at um tú ikki vinnur, so ert tú einki.

Tað er kanska tann sterka “selfie-mentanin”, sum eggjar til hesa hugsanina og roynir at troðka seg fram um felagsskapin og tann hugburð, at vit øll hava eitt virði og ein týdning.

Henda óhepna mentan ávirkar serliga unga ættarliðið, sum støðugt er undir trýsti, tí tað ræður um at kunna vísa seg fram á sosialu miðlunum við alsamt betri úrslitum enn hini.

Hugburðurin tykist vera, at eru vit ikki best, so eru vit taparar, og tað sampakkar ikki við grundina til alla ta framgongd og allan tann framburð, Føroyar og føroyingar hava upplivað.

***

Eg stúri fyri, at hetta rák kann fara at ganga út yvir sjálvbodnu kreftirnar, tí sveitti og stríð aftan fyri pallin gevur ikki líka nógv “likes” ella líka góðar “selfie-myndir”.

Uttanlands rópa tey varskó, tí so hvørt sum eldru eldsálirnar slókna, eru tað ongar yngri at taka við og bera arvin víðari.

Alsamt færri vilja arbeiða sjálboðið, hóast sjálvbodna arbeiðið er fremsta fortreyt fyri góðum úrslitum og gleðisrúsi, sum øll vilja vera partur av í hinum endanum.

***

Góðu ungu ítróttarfólk!

Eg veit, at tað er náttúrligt hjá ítróttarfólki at stremba eftir toppinum, men av egnum royndum veit eg eisini, at ítrótturin hevur nógv annað at bjóða enn bara heiðursmerki.

Eg havi ongantíð gjørt elitufimleik, sjálvt um eg havi gjørt fimleik í eini 25 ár.

Men eg elskaði tó fimleikin fyri tað, og eg elskaði felagsskapin, samanhaldið, vinarbondini, rørsluna og ítróttarandan.

Tað gjørdi, at eg bleiv við, og skjótt byrjaði eg at hjálpa til í felagnum – at vera venjari, skipa fyri kappingum, sita í nevnd í felag og so sersambandinum – og nú eisini í Ítróttarsambandi Føroya.

***

Tað eru so nógvir mátar at náa toppin – og hugsanin um hvat toppurin er, er eisini ymisk frá fólki til fólk.

Hugsið um okkara mongu venjarar, ið sum yngri sótu á beinkinum.

Hugsið um okkara mongu fyriskiparar, sum ongantíð sluppu á liðið.

Ella um tey mongu, sum ikki sjálv hava evnini, men sum duga at framelska evnini hjá øðrum.

Tí skulu tit ikki trúgva tí, um onkur roynir at fortelja tykkum, at um tit ikki vinna, so eru tit taparar, tí tað týdningarmesta er at vera við.

* * *

Eru vit við, so eru vit øll við til at gera ein mun, og tað er altso brúk fyri øllum onkrastaðni, bæði innan ítróttin og í samfelagnum.

Vit kenna øll hesar eldsálirnar, ið ongantíð spara seg sjálvar, men geva seg fult og heilt fyri hini.

Eldsálirnar síggja vit ikki bara í ítróttinum, men í mentanini, listini, kirku- og samkomulívi og allastaðni, har felagsskapurin sleppur at dríva verkið.

Eldsálirnar gera eitt ómetaliga stórt arbeiðið við børnum og ungum – ja, skuldu vit nevnt øll, kundi tað skjótt tikið alla ólavsøkuna.

Tí mugu vit minnast at hjúkla um eldsálirnar.

***

Ímyndið tykkum, um eisini almennu Føroyar vóru grundaðar á slíkar brennandi eldsálir, sum ósjálvsøknar arbeiddu fyri heildini?

Hvussu nógvum málum høvdu vit ikki tá kunnað rokkið, sum gjørdu Føroyar enn betri fyri allar føroyingar?

***

Ja, hugsið tykkum, at vit høvdu eitt politiskt landslið, har partapolitisku ósemjurnar blivu lagdar til viks og øll tingfólkini – eins og ítróttarfólkini – stríddust lið um lið fyri somu søk: Føroyar?

Tá høvdu vit sæð úrslit.

***

Góðu áhoyrarar!

Onkur heldur helst, at ítrótturin er tíðarspilla, sum kostar nógvar pengar.

At ítrótturin er tíðarspilla, er ikki rætt, tí hann er so nógv meiri enn tað.

At hann kostar nógv, er hinvegin púra rætt.

Men við í roknistykkið mugu vit so eisini taka alt tað, sum vit øll fáa afturfyri.

Tey, sum luttaka í ítrótti, læra disiplin, samstarv, ítróttarligar og sosialar spælireglur og úthaldni.

Tey læra at lurta og akta. At fungera í eini heild. At taka ábyrgd bæði fyri sær sjálvum og øðrum. At liva heilsugott.

Ítrótturin hevur sostatt bæði sosialar, heilsugóðar og uppalandi dygdir, sum koma øllum samfelagnum til góðar.

***

Og hvar hevði allur hesin ungdómurin verið, um hann ikki var við í ítrótti, hjá skótum ella í øðrum skipaðum frítíðarvirksemi – og hvat hevði tað ikki kostað í longdini?

***

Men samfelagssliga gagnið røkkur enn longur, tí ágóðarnar síggja vit eisini, tá okkara fremstu ítróttarfólk aftur og aftur samansjóða alla tjóðina og styrkja føroyska felagsskapin.

Leggja vit alt hetta saman, hvat man virðið á gagninum, sum ítrótturin og annað frítíðarítriv ger fyri samfelagið, so vera?

Tað er stórt – og tað er sjálvbodnu arbeiðsorkuni fyri at takka.

***

Góðu føroyingar!

Á oyggjaleikunum á Gotlandi í summar vísti okkara stóri ítróttarhópur enn einaferð sínar dygdir, og úrslitið var tað besta nakrantíð, um vit hugsa um talið av heiðursmerkjum.

Men á Gotlandi vunnu vit eisini nakað annað, tí tá allar oyggjarnar høvdu atkvøtt, vórðu Føroyar við helvtini av atkvøðunum kosnar at eiga tann hópin, ið skuldi vinna ein nýggjan Fair Play-prís.

Grundgevingin var, at føroyingar – bæði á vølli og uttanfyri – vísa heilt serligan ítróttaranda og stuðul, at føroyingar bæði stuðla sínum egnu og øðrum, og at vit eru opin og jaliga sinnað.

Hesin heiður vísir samanhaldið, gleðina og góða hugburðin, sum býr í føroysku ítróttarfólkunum og áskoðarunum – sama, um tað gongur væl ella illa.

Okkara serligi hugburður er so eyðsýndur, at hinar oyggjarnar leggja hann til merkis, og hetta er uttan iva ein beinleiðis ávirkan av tí, sum sjálvbodnu eldsálirnar her heima geva.

Tí eiga tit øll tykkara stóra part í Fair Play-heiðrinum, ið prógvar, at tá vit hjálpast at og ósjálvsøkið stuðla hvørjum øðrum, skapa vit eina góða ringrás – í ítróttinum, eins væl og samfelagnum

***

Góðu áhoyrarar!

Eg vóni, at tit fáa eina góða Ólavsøku, at tit finna gleði í teimum mongu tilboðunum, sum ólavsøkan hevur.

Eisini vil eg at enda koma við eini áheitan.

Tá tit nú fara víðari á tykkara ólavsøkuleið, leggið so merkis, hvussu nógv sjálvboðin eru at síggja allastaðni.

Har eru vaktir til kappróðurin. Starvsfólk í básum og pylsuvognum. Samarittar og nógv onnur.

Kanska tit senda teimum eitt eyka, vinarligt smíl, tí tað eru hóast alt tey, sum fáa tað heila at bera til og gera tað møguligt hjá okkum øðrum at ganga pyntað og njóta løtuna.

At enda vil eg takka Tórshavnar Ítróttarráð fyri heiðurin at røða í dag, og eisini teknmálstulkurin og Havnar Hornorkestrið eiga stóra tøkk uppiborna.

Takk, øll somul, at tit lýddu á.

Við hesum orðum lýsi eg ólavsøkuna 2017 at vera setta.

Góða ólavsøku øll somul