Føroyar standa á gáttini til limaskap í IOC, altjóða olympiska felagskapinum. IOC er ein privatur felagskapur fyri olympisk ítróttarsambond. Limirnir umboða hvør sítt land ella samveldi, men skulu eisini uppfilla eina røð av treytum fyri at fáa limaskap.

ÍSF lýkur uttan iva treytirnar fyri at gerast limur í IOC. Sersambondini hjá ÍSF eru flestøll limir í altjóða sersambondunum. Vit hava altjóða ítróttarúrslit at vísa á, umframt drúgvar royndir at skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum innan mangar ymsar ítróttargreinar.

Men bestu kortini á hondini hjá ÍSF eru helst paraolympiska luttøkan og stuðulin frá øllum hinum norðanlondunum. ÍSB-svimjarar hava avrikað ótrúlig brøgd í olympiskum høpi. Paraolympisku leikirnir eru sergrein hjá olympiska felagskapinum eins og ÍSB er sersamband hjá ÍSF.

Fleiri røddir hava ført fram, at Føroyar ikki kunnu fá limaskap í IOC uttan at gerast fullveldi fyrst. Hetta er ikki so. IOC byggir sjálvsagt á, at bert eitt felag umboðar hvørt land. Tað er sama skipan sum vit kenna frá eitt nú FIFA og UEFA. Greiða má serliga vera á, hvør umboðar lond í samveldi, t.d. hvør umboðar Føroyar, danska ella føroyska ítróttarsambandið.

ÍSF hevur síðani 1939 umboðað Føroyar í ítrottarhøpi. Ongin ivi er um, at bæði Danmark og danska ítrottarsambandið viðurkenna, at Føroyar ráða sær sjálvum innan ítrótt. Hetta er heldur ikki óvanligt í samveldum. Íslandska ítróttarsambandið gjørdist IOC-limur longu meðan londini bæði vóru í kongsfelagskapi.

Sjálvsagt er tað nakað lættari hjá ítróttarsambandi í fullveldislandi at gerast limur, men tað avgerðandi er, um vanligu treytirnar eru loknar.

Til tess at enda allan iva, er niðanfyri yvirlit yvir IOC-limafelagskapir, ið umboða lond í samveldi, sum ikki hava fullveldi. Samveldini ella “móðurlondini” hava sjálvsagt givið sítt samtykki. Tá Føroyar hava fult sjálvstýri á ítróttarøkinum og danska ríkið eins og danska ítróttarsambandið stuðla okkara limaskapi er ríkisstøðan ikki nøkur forðing hjá okkum.

Verri fyri royndirnar at náa IOC limaskapi er, at stuðulin á fíggjarlógini væntar í. Tað kostar nógv at søkja um IOC-limaskap og at liva upp til olympisku krøvini, men takka verið sjálvbodnum arbeiði og donskum tipspengum fer tað helst at bera til kortini. Tað sømdi seg tó betri, um Føroya land stuðlaði royndunum hjá Føroya ítróttarsambandi at vinna okkum altjóða viðurkenning.

Heðin Mortensen
ÍSF forseti

Land við IOC-limafelagi IOC-øki Stjórnarstøða
Aruba America-PASO Partur av Kongaríkinum Niðurlond
Bermuda America-PASO Bretsk Krúnkoloni
British Virgin Islands America-PASO Bretsk Krúnkoloni
Cayman Islands America-PASO Bretsk Krúnkoloni
Niðurlendsku Antillurnar America-PASO Partur av Kongaríkinum Niðurlond
Virgin Islands America-PASO Land undir USA
Hong Kong Asia-OCA Partur av Kina
Kinesiskt Taipei Asia-OCA Partur av Kina
Palestina Asia-OCA Partur av Ísrael
Amerikanskt Samoa Oceania-ONOC Land undir USA
Cook Islands Oceania-ONOC Frælsum felagskapi við New Zealand
Guam Oceania-ONOC Land undir USA

IOC lond í samveldi. Hesi lond kunnu bólkast soleiðis:
Tvey lond í ríkisfelagskapi við Niðurlond (Holland). 
Trý hjálond hjá Bretlandi við víðum sjálvræði 
Trý lond tengd at USA við víðum sjálvræði. 
Tvey lond, ið viðurkenna at vera partur av Kina, men ráða sær sjálvum. 
Eitt land í frælsum felagskapi við New Zealand 
Eitt land undir yvirveldi hjá Ísrael