Ítróttasamband Føroya hevur í skrivi frá Løgmanni dagfest 27. mei, sum svar uppá teldupost frá ÍSF dagfestur 13. apríl, fingið at vita, at samgongan hevur avgjørt “at seta ein politiskan fylgibólk at viðgera útlendingaøkið yvirhøvur”.

Ítróttasamband Føroya vil við hesum spyrja, um fylgibólkurin er farin í gongd, og um Ítróttasamband Føroya verður tikið uppá ráð, tá avtalan við danir viðvíkjandi útlendskum ítróttafólkum í Føroyum verður gjørd.

Sum løgmaður vísir á í brævinum, hevur landsstýrismaðurin onga formella skyldu “at fylgja til- ella frámælum hjá einum áhugabólki”. Men tað er hugstoytt hjá ítróttinum, at politiski myndugleikin kortini heldur seg hava rætt at gera eina seravtalu vegna Ítróttasamband Føroya, ið sambært evstulóg síni er “óheft av politiskum og átrúnaligum áhugamálum”.

Ítróttasamband Føroya vil tí enn einaferð minna landsstýrismannin á, at sjálvbodna virksemið í ítróttafeløgunum kring landið er sera viðkvæmt. Feløgini verða rikin av ítróttarleiðarum, ið einans virka av áhuga. Um landsins myndugleikar ikki vísa skynsemi í hesum máli, kunnu teir forkoma stórum parti av virkseminum í ítróttafeløgunum. Tí meta vit, at landsstýrið hevur eina “moralska” skyldu at verja og fjálga um sjálvbodnu ítróttafeløgini, heldur enn at áleggja teimum fleiri byrðar.

Heystið nærkast skjótt, tá Hondbóturin og Flogbóturin fara í gongd aftur. Ítróttasamband Føroya vil heita á landsstýrismannin í Innlendismálum at fáa greitt hetta málið skjótast gjørligt, so feløg innan hesar ítróttagreinar ikki enda í somu støðu sum fótbóltsfeløgini undan hesum kappingarárinum.

Vegna Ítróttasamband Føroya

Heðin Mortensen, forseti

Sølvi Reinert Hansen, Ítróttaráðgevi