Ítróttasamband Føroya hevði ársaðalfund á Hotel Føroyum í kvøld.

Í formansfrágreiðing síni greiddi Petur Elias Petersen, forseti Ítróttasambandsins, frá virkseminum farna árið, m.a. frá Oyggjaleikunum á Isle of Wight seinasta summar. Hann nýtti samstundis høvið at hyggja frameftir til Olympisku Leikirnar og Paralympisku Leikirnar seinni í ár, og til Oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013.

Í hesum sambandi hevði ÍSF-forsetin fleiri áheitanir til føroysku myndugleikarnar. Hann eftirlýsti breiðum stuðli aftanfyri føroyska boðið at skipa fyri Oyggjaleikum í Føroyum aftur. Hann eftirlýsti eisini meiri ítrótti í skúlunum kring landið, t.d. í samstarvi við lokalu ítróttarfeløgini.

Samstundis sum Petur Elias Petersen takkaði fyri dyggan fíggjarligan stuðul frá landsins myndugleikum, eggjaði hann teimum til økja stuðulin eitt nú til úrvalsítróttin. Hesin stuðulin hevur seinastu árini havt stóran týdning fyri arbeiðið hjá Pál Joensen og Jón Bjarnason.

Nevndarval var eisini á skránni. Forsetin stóð fyri vali. Petur Elias Petersen varð afturvaldur uttan mótvalevni. Anna Rein, sum herfyri loysti Katrin Joensen av í starvsnevndini, varð vald til skrivara í starvsnevndini komandi árið. Petur Ove Petersen er varaforseti. Og Tóra Øre Hansen varð vald til nýggjan varalim í starvsnevndini.

Les formansfrágreiðingina her (2,4 mb pdf)