Almenna fundarrøðin kring landið um rørslu heldur fram. Mikukvøldið 6. mai klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Vágum.
Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars.
Rørslufundur verður í Sørvágs skúla mikukvøldið við hesari skrá:
• Vælkomin – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum bjóða vælkomin
• Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið
• Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, ph.d.í human fysiologi
• Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – umboð fyri ÍSF
• Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
• Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna
• Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið
• Rørsla á arbeiðsplássinum – umboð fyri arbeiðspláss
• Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen, varaskúlastjóri
• Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari
• Kjak um, hvat kann gerast á staðnum
Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.