Almenna fundarrøðin kring landið um rørslu heldur fram. Hóskvøldið klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Sandoy.

Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars.

Rørslufundur verður í Nýggja skúla á Sandi hósdagin 30. apríl við hesari skrá:

Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið
Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, Phd í humanfysiologi
Hvat kann Mentamálaráðið gera fyri at stimbra rørslu millum børn og ung – Helena Dam á Neystabø, landssýriskvinna í mentamálum
Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – Virgar Hvidbro, FSF
Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, Klaksvíkar Kommuna
Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard og Martha Reyðberg, Nærverkið
Rørsla á arbeiðsplássinum – Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Eli Hentze, skúlalærari
Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Fríða Eystberg, dagstovnaleiðari
Kjak um, hvat kann gerast á staðnum

Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.
Fakta: Rundferðin ”Føroyar í Rørslu”
30. apríl: Sandoy
4. mai: Suðuroy
5. mai: Eysturoy
6. mai: Vágar

Tórshavn, 29. apríl 2009

Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum