Almenna fundarrøðin kring landið um rørslu heldur fram. Mikukvøldið 6. mai klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Vágum.

Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars.

Rørslufundur verður í Sørvágs skúla mikukvøldið við hesari skrá:

•    Vælkomin – Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum bjóða vælkomin
•    Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið
•    Kropslig venjing og heilsa – Magni Mohr, ph.d.í human fysiologi
•    Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – umboð fyri ÍSF
•    Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
•    Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna
•    Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið
•    Rørsla á arbeiðsplássinum – umboð fyri arbeiðspláss
•    Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – Óli Jákup Joensen, varaskúlastjóri
•    Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari
•    Kjak um, hvat kann gerast á staðnum

Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.