Frá ráðstevnu um ítrótt 2025: Frá spælandi børnum til stór avrik

“Børnini, breiddin og tey bestu”. Henda setning hava vit í ÍSF endurtikið aftur og aftur, síðani vit í 2022 løgdu okkara felags strategi fyri føroyskan ítrótt. Hetta var aftur yvirskriftin til ítróttaráðstevnuna 2025, sum var í Kongshøll 31. januar – og sum ÍSF og Setrið í felag skipaðu fyri.

Generation Sunde børn
Louise Thirstrup Thomsen er partur av einum stórum granskingartoymi í Danmark, sum júst nú hyggur at rørslu, kosti, skerm- og svøvnvanum hjá skúlabørnum. Endamálið er at kanna, hvussu vit skapa karmarnar fyri heilsufremjan millum børn. Hvussu kunnu vit taka ítøkilig stig til at venda rákinum, ið bara gongur skeiva vegin? 

Rørsluvon børn
Bára Danielsen, Námslektari á Námsvísindadeildini, arbeiðir við nýggjari gransking – m.a. saman við m.a. Helga Winther Olsen. Tey kanna, hvussu vit kunnu tryggja rørslu í skúladegnum, og hvat tað er, sum ger, at børn finna gleði úti í náttúruni og í rørsluspølum. Málið er at skapa rørsluvon børn og rørlsuførar føroyingar – rørsluføroyingar, sum tey rópa tað. 

Rørsla um námsfrøðilig amboð í gerandisdegnum
Á stovninum í Vestmanna, sum Morten Hust Petersen, er leiðari á, taka tey rørslu í størsta álvara. Tað er partur av uppgávunum hjá starvsfólkinum at skipa fyri ella eggja til rørslu – antin skipaðari ella í fríum spæli. Har skulu tey starvsfólkini eisini vera við í spælinum, heldur enn at hyggja at børnunum, meðan tey spæla. 

Á stovninum í Øksnagerði, har Tórunn Dánjalsdóttir, motorikvegleiðari, er leiðari, verður eisini dentur lagdur á nógva rørslu, men ikki eins skipað, sum í Vestmanna. Har er tað meira i fríum spæli og í størri mun, har tað hóskar inn í gerandisdegin. 

Rørslukanningar 
Magni Mohr greiddi frá rørslukanningum við Tjarnir við sonevndari tracking. Hann nevndi, at vit kunnu nýta amboð og umstøður hjá úrvalsíðkarum til eisini at kanna fólkaheilsu hjá børnum, vaksnum, eldri og sjúklingum. Eitt nú vísir slík tracking, at børn í fríum fótbóltsspæli kýta seg eins nógv, sum børn í skipaðari venjing. Tað er hent at vita, tá ið venjingar skulu skipast. 

Tá kroppurin stendur í vøkstri
Eftir steðgin frættu vit um nýggj norsk granskingarúrslit – t.d. hvussu børn og ung, sum standa í vøkstri, eiga at venja. Halvard Grendstad greiddi frá, at børn fáa lítið burturúr, um vit venja tey hart, meðan tey standa í vøkstri. Tá er skilabetri at venja motorikk, rørsluføri, umframt teknikk og taktikk. Í 12-14 ára aldri gerst venjingin ofta harðari, og tá síggjast nógvir skaðar og ungir íðkarar eru í vanda fyri at brenna út. Men lata vit børnini spæla og hava tað stuttligt – gevur tað teimum nett tað sama, sum vandu tey harða styrki og konditiónsvenjing. 

“Eg bleiv tað ítróttafólkið, sum eg bleiv, tí eg í mínum barnaárum havi fingið ein kærleika til ítróttin” – Bjarta Johansen

Góð ráð frá topp-íðkarum
Jónas Isaksen, Bjarta Johansen, Elisabeth Erlendsdóttir og Viljormur Davidsen styðjaðu undir sama boðskap: Hav tað stuttligt, íðka ymsar greinar og hugsa meira um sosiala partin enn um úrslit. Síggj hugvekjandi filmin. 

Burðardyggar ítróttaleiðir
Signar Hilmarson vísti á altjóða gransking við sama boðskapi. Latið børnini spæla, hava tað stuttligt og íðka ymiskt. Hann setti spurningar sum: Hvussu skipa vit venjingina hjá einstaka barninum, hvør skal taka ábyrgdina av venjingarmongdini, og hvussu samstarva feløg og sambond tvørturum ítróttagreinar fyri at tryggja burðardygga venjing?

“What seems best in the short-term, will undermine long-term development”
Eftir ráðstevnuna stóð ein klárur boðskapur eftir: Børn hava íborið at røra seg og spæla. Vit skulu bara tryggja karmarnar í gerandisdegnum og á stovnum. Og tá tað snýr seg um børn í ítrótti, so skal okkara fremsta ambitión stuttleikin og kærleikin til spælið til spælið – og ikki úrslitið her og nú – tí soleiðis fáa vit bestu úrslitini longur frammi í tíðini, tá ið tað veruliga hevur týdning. 

Upptøkkur frá uppleggunum síggjast her.

Myndir: Faroephoto