Oyggjaleikirnir 2009 gjørdust søguligir. Hetta vóru størstu leikirnir nakrantíð við eini 3.000 ítróttafólkum. Og fyri føroyskan ítrótt royndust leikirnir betri enn nakrantíð. Við okkara 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerkjum gjørdust vit fyri fyrstu ferð fremsta oyggin av teimum 25 luttakandi.
Handan avrikini hjá okkara 100 ítróttafólkum liggja óteljandi tímar av venjing og kappingum, ja, eitt lív í ítrótti.
Fyri nøkur av okkara ítróttafólkum var hetta teirra fyrsta uppliving av oyggjaleikunum. Tey upplivdu trýstið at taka lut í altjóða kapping, men fingu samstundis nógvar góðar upplivingar og kendu serliga oyggjaleikafelagsskapin. Okkara vón er, at tey við luttøkuni hava fingið hug at venja fram móti komandi leikum.
Fyri onnur vóru hesir leikirnir partur av eini røð av altjóða kappingum. Tó fingu vit kensluna av, at upplivingin hesaferð var nakað serligt. Góðar umstøður, gott veður og eitt kent norðurlendskt umhvørvi hjálptu til. Og góðu føroysku úrslitini frá fyrsta leikdegi styrktu eisini um vónina hjá føroyingum, at hesa ferð fór at gangast væl. Og tað gekk øgiliga væl.
Sjálvandi kundu vit ynskt, at øll okkara fólk komu heim við heiðursmerki. Men fyri hvørt heiðursmerki eru tað nógv onnur, ið gjørdust ov stutt – hetta er ítróttur. Vinnarin er einki uttan tey, hann hevur vunnið á.
Ítróttasamband Føroya vil við hesum takka ítróttafólkum, leiðarum, venjarum og sersambondum, almennum myndugleikum, fjølmiðlum, vinnuligum stuðlum og føroyingum annars fyri tann stóra áhugan, tit sýndu Oyggjaleikunum 2009.
Vit líta nú fram til Oyggjaleikirnar 2011 á Isle of Wight. Kappast verður í hesum ítróttagreinum: badminton, bogaskjóting, borðtennis, flogbólti, fótbólti, frælsum ítrótti, golf, kurvabólti, sigling, skjóting, squash, súkkling, svimjing og tennis. Leikirnir verða í døgunum 25. juni til 2. juli 2011.
Hesi vunnu Føroyum heiðursmerki í 2009:
Bogaskjóting Compound Head to Head Team Knockout Faroe Islands Silvur
Bogaskjóting Men’s Compound Head to Head Knockout Jógvan Niclasen Gull
Bogaskjóting Men’s Recurve Head to Head Knockout Absalon Hansen Silvur
Bogaskjóting Recurve Head to Head Team Knockout Faroe Islands Gull
Bogaskjóting Single FITA Compound Team Faroe Islands Gull
Bogaskjóting Single FITA Men’s Compound Jógvan Niclasen Silvur
Bogaskjóting Single FITA Men’s Recurve Absalon Hansen Bronsa
Bogaskjóting Single FITA Recurve Team Faroe Islands Gull
Bogaskjóting Single FITA Women’s Compound Sigrid Kristianna Vang Silvur
Bogaskjóting Single FITA Women’s Recurve Annika Vang Gull
Bogaskjóting Women’s Recurve Head to Head Knockout Annika Vang Gull
Frælsur Ítróttur 10,000m Women Súsanna Skylv Sørensen Silvur
Badminton Men’s Doubles Poulsen A – Lamhauge B Gull
Badminton Men’s Singles Aksel Poulsen Bronsa
Badminton Team Event Faroe Islands Gull
Badminton Women’s Doubles Smith S – Poulsen G Silvur
Badminton Women’s Singles Sigrun Smith Gull
Fimleikur Men’s SET Individual Floor Rósing Dam Silvur
Fimleikur Men’s SET Individual Parallel Bars Rósing Dam Silvur
Fimleikur Men’s SET Individual Rings Rósing Dam Bronsa
Fimleikur Men’s FIG Individual Floor Øssur Debes Eiriksfoss Bronsa
Fimleikur Men’s FIG Individual Parallel Bars Rósing Dam Bronsa
Fimleikur Men’s FIG Individual Rings Øssur Debes Eiriksfoss Bronsa
Fimleikur Men’s FIG Individual Vault Øssur Debes Eiriksfoss Bronsa
Fimleikur Men’s SET Individual Vault Fróði Mortensen Gull
Fimleikur Team Floor & Vault Men’s Faroe Islands Silvur
Fimleikur Team Floor & Vault Women’s Faroe Islands Bronsa
Fimleikur Women’s SET Individual Beam Kristina Toftegaard Silvur
Judo Men’s +100kg Skarpheðin Njálsson Silvur
Judo Men’s -100kg Petur Sigurð Johannesen Bronsa
Judo Men’s 60kg Sam Vang Bronsa
Judo Men’s 73kg Jógvan Páll Kristiansen Gull
Judo Men’s 73kg Hjalmar Johannesen Silvur
Judo Men’s 81kg Búgvi Poulsen Gull
Judo Men’s 81kg Áki Davidsen Bronsa
Judo Men’s 90kg Bjørn Andreassen Bronsa
Judo Men’s Team Event Faroe Islands Bronsa
Svimjing Men’s 100m Backstroke Kári J. á Høvdanum Silvur
Svimjing Men’s 100m Breaststroke Pál Joensen Bronsa
Svimjing Men’s 100m Freestyle Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 100m Individual Medley Pál Joensen Silvur
Svimjing Men’s 1500m Freestyle Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 200m Breaststroke Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 200m Butterfly Pál Joensen Bronsa
Svimjing Men’s 200m Freestyle Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 200m Individual Medley Pál Joensen Silvur
Svimjing Men’s 4 x 100m Freestyle Relay Faroe Islands Silvur
Svimjing Men’s 4 x 100m Medley Relay Faroe Islands Silvur
Svimjing Men’s 4 x 50m Medley Relay Faroe Islands Gull
Svimjing Men’s 400m Freestyle Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 400m Individual Medley Pál Joensen Silvur
Svimjing Men’s 50m Backstroke Kári J. á Høvdanum Silvur
Svimjing Men’s 50m Breaststroke Pál Joensen Silvur
Svimjing Men’s 50m Butterfly Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 50m Butterfly Kári J. á Høvdanum Bronsa
Svimjing Men’s 50m Freestyle Pál Joensen Gull
Svimjing Men’s 50m Freestyle Pauli Øssursson Mohr Bronsa
Svimjing Women’s 100m Backstroke Bjørg Seloy Gull
Svimjing Women’s 100m Backstroke Birita Debes Bronsa
Svimjing Women’s 100m Breaststroke Malan Vitalis Bærendsen Gull
Svimjing Women’s 100m Breaststroke Katarina S. Lamhauge Bronsa
Svimjing Women’s 100m Butterfly Bjørg Seloy Silvur
Svimjing Women’s 100m Butterfly Shaila millum Garðarnar Bronsa
Svimjing Women’s 100m Freestyle Shaila millum Garðarnar Gull
Svimjing Women’s 100m Individual Medley Poula Øssursdóttir Mohr Silvur
Svimjing Women’s 200m Backstroke Bjørg Seloy Bronsa
Svimjing Women’s 200m Breaststroke Malan Vitalis Bærendsen Gull
Svimjing Women’s 200m Breaststroke Katarina S. Lamhauge Bronsa
Svimjing Women’s 200m Freestyle Mona Simonsen Bronsa
Svimjing Women’s 4 x 100m Medley Relay Faroe Islands Gull
Svimjing Women’s 4 x 50m Freestyle Relay Faroe Islands Gull
Svimjing Women’s 4 x 50m Medley Relay Faroe Islands Gull
Svimjing Women’s 400m Freestyle Mona Simonsen Gull
Svimjing Women’s 50m Backstroke Birita Debes Gull
Svimjing Women’s 50m Backstroke Poula Øssursdóttir Mohr Silvur
Svimjing Women’s 50m Breaststroke Katarina S. Lamhauge Gull
Svimjing Women’s 50m Butterfly Shaila millum Garðarnar Gull
Svimjing Women’s 50m Butterfly Guðrun Holm Jacobsen Bronsa
Svimjing Women’s 50m Freestyle Shaila millum Garðarnar Gull
Svimjing Women’s 800m Freestyle Mona Simonsen Gull
Flogbóltur Women’s Volleyball Faroe Islands Gull