Oyggjaleikir verða aftur í Føroyum í 2027. Talan er um størsta ítróttatiltak, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Upp í móti 3.000 íðkarar og leiðarar frá 24 oyggjasamfeløgum fara at kappast í 14 ítróttagreinum.
Í hesum sambandi leita vit eftir einum sjálvstøðugum, ágrýtnum og framfýsnum samskipara, sum saman við føroysku Oyggjaleikanevndini og einstøku ítróttagreinunum kemur at hava ábyrgdina av at fyriskipa Oyggjaleikirnar í Føroyum. Fyri rætta persónin er talan um eitt óvanliga spennandi og avbjóðandi starv. Talan er í veruleikanum um ein “once in a lifetime” starvsmøguleika.
Sum samskipari hevur tú nógv samband við føroyska samfelagið, almennar myndugleikar, kommunur og ítróttaumhvørvið sum heild. Harumframt verður nógv samskifti við oyggjasamfeløgini, ið eru limir í oyggjaleikafelagsskapinum IIGA og sum koma at kappast á Oyggjaleikunum 2027. Eisini verður nógv samskifti við altjóða Oyggjaleikanevndina.
Tískil er umráðandi, at tann, sum sett/ur verður, hevur góðar samskiftisførleikar bæði í skrift og talu og hevur lætt við at samstarva. Tað er eitt krav, at viðkomandi, sum verður settur, hevur góðar málførleikar í føroyskum og enskum.
Harumframt leggja vit dent á, at umsøkjarin kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðar telduførleikar. Hetta í mun til samskifti í síni heild, men eisini í mun til heimasíðu og sosialar miðlar.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til Oyggjaleikirnar í juli 2027 og tveir mánaðir aftaná. Starvið er á starvsbrøki 1,0 har arbeitt verður í vanligari arbeiðstíð. Tó skal viðkomandi, sum verður settur, vænta, at partur av arbeiðinum fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eins og arbeiðsbyrðan kann vera skiftandi.
Tað er eitt krav, at samskiparin hevur viðkomandi útbúgving, royndir at leiða størri verkætlanir, royndir við heimasíðum og sosialum miðlum og áhuga fyri ítrótti í síni heild.
Oyggjaleikasamkiparin hevur tilvísing til aðalskrivaran í ÍSF og Oyggjaleikanevndina, sum verður sett í sambandi við Oyggjaleikirnar 2027.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber.
Starvið verður lønt sambært avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til petur@isf.fo. Umsóknarfreistin er 11. februar 2024.
Viðmerk „Oyggjaleikasamskipari“ í yvirskriftini á teldupostinum.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Mittún, aðalskrivara á fartlf. 218284 ella petur@isf.fo.