Hevur tú hug at førleikamenna teg, fáa amboð at arbeiða við og vera til reiðar at taka ímóti avbjóðingum í komandi kappingári?

So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

 

Skeið fyri nevndarlimir í ítróttafeløgum

 

Tann 3. November 2012 skipar ÍSF fyri einum skeiði fyri nevndarlimum í ítróttafeløgum.

Skeiðsluttakararnir fáa m.a. innlit í hesi evni:

Bygnaðarlæra

  • Hvat er eitt felag?
  • Hvat er leiðsla?
  • Tann “ stratetegiski” tríkanturin
  • Leikluturin og uppgávurnar hjá nevndini
  • Samstarv og samvirkandi fyrimunir
  • Samskifti

Nevndararbeiði

  • Leiðsluførleikar
  • Hvørjir førleikar eru ynskiligir fyri eina nevnd?
  • Fundarleiðsla
  • Hvat sigur jurain?
  • Frá hugskoti  til íverksetan

Avbjóðingar hjá feløgunum

  • Hugskot, visjónir, mál og ætlanir
  • At fáa limirnar virknar
  • Sjónliggeran

Nær: 3. November 2012 kl 09-17

Stað: ÍSF húsið

Kostnaður: 400  kr, sum skal gjaldast á konto  9181 151233.3. Skeiðstilfar og matur er íroknað prísinum.

Undirvísari: Torben Bundgaard, chefkonsulentur í Danska Ítróttasambandinum

Tilmelding: ahl@isf.fo innan tann 25.  oktober 2012 – og er hon bindandi

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF tlf 312606 ella við at seta seg í samband við Anniku tlf. 282331