ÍSF fer aftur í ár at skipa fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum í ítróttarfeløgunum kring landið

Skipað verður fyri 6 skeiðum í vár.

Undirvísarar: Finn Jensen og Andras Nolsøe.

Skeiðini verða kl. 18:00-21.00 hesar dagar:
(tó verða skeiðini á Tvøroyri og á Sandoynni kl 19-22)

Tvøroyri – 5. februar
Sandoy – 19. februar (avlýst vegna vantandi undirtøku)
Vágar – 4. mars  –  í 07 Vestur húsinum í Sørvági kl. 18.
Tórshavn – 18. mars
Runavík – 1. apríl
Klaksvík – 15. apríl

Evni:

  • Bókhald og mannagongdir
  • Skattlig viðurskifti
  • Stuðulsskipanir og MVG
  • Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.

Málbólkur:

Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.

Hvat fært tú burturúr:

  • Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
  • Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
  • Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.

Tilmelding:

Tilmelding ferð fram við at fylla út her 3 dagar áðrenn skeiðið.

Kostnaður:

200 kr. fyri hvønn. Rokning verður send til felagið.

Skeiðini verða hildin treytað av nóg stórari luttøku.