ÍSF fer aftur í ár at skipa fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum í ítróttarfeløgunum kring landið
Skipað verður fyri 6 skeiðum í vár.
Undirvísarar: Finn Jensen og Andras Nolsøe.
Skeiðini verða kl. 18:00-21.00 hesar dagar:
(tó verða skeiðini á Tvøroyri og á Sandoynni kl 19-22)
Tvøroyri – 5. februar
Sandoy – 19. februar (avlýst vegna vantandi undirtøku)
Vágar – 4. mars – í 07 Vestur húsinum í Sørvági kl. 18.
Tórshavn – 18. mars
Runavík – 1. apríl
Klaksvík – 15. apríl
Evni:
- Bókhald og mannagongdir
- Skattlig viðurskifti
- Stuðulsskipanir og MVG
- Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.
Málbólkur:
Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.
Hvat fært tú burturúr:
- Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara
- Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG
- Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.
Tilmelding:
Tilmelding ferð fram við at fylla út her 3 dagar áðrenn skeiðið.
Kostnaður:
200 kr. fyri hvønn. Rokning verður send til felagið.
Skeiðini verða hildin treytað av nóg stórari luttøku.