Tað er soleiðissambært punkt 1.1 í reglugerðini um ítróttaferðir – at SL-ferðakortini einans kunnu nýtast, tá farið verður til dystir, venjingarlegur og landsliðsvenjingar (venjingardystir eru eisini umfataðir), men tey kunnu ikki nýtast at ferðast til vanligar venjingar.

Frá 1. apríl 2015 hava kortini kunnað verðið nýtt á ferjunum hjá Strandferðsluni og tá bert til persónar (ikki til akfør, sí punkt 1.5), og so eisini í bussunum hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni og Sandoynni. Tey kunnu ikki nýtast á øðrum farleiðum.

Hvønn mánaða fær ÍSF rokning frá SL við forbrúkinum av strandferðslukortunum. Á rokningini er útgreinað, hvørji kort eru brúkt, á hvørjum rutum og til hvat.

Hetta gjøgnumgongur skrivstovan hvønn mánað. Og her síggja vit ov ofta, at kortini verða nýtt til: akfør, til aðrar farleiðir enn tær, sum standa í reglugerðini, og so kemur tað fyri – tíbetur sjáldan – at kortið verður brúkt til vanligar venjingar, ella simpulthen til arbeiðis. Tað síggja vit útfrá tí, at nýtslan verður skrásett við dato og klokkutíð. Minnist til, at hetta verður goldið úr felagskassanum hjá ÍSF, og feløgini fáa tí rokning fyri misnýtsluna.

Hetta tekur tíð frá umsitingini, og heita vit tí á feløg og onnur, sum brúka hesi kortini, at tey einans verða brúkt sambært reglugerðini (sum sæst her).

Tann mesta misnýtslan er heilt sikkurt orsakað gáloysni – tvs., at tey, sum hava kortini, ikki vita betri. Tað er umráðandi, at tit kunna tey, sum fáa ferðakortini hjá tykkum, um nýtslureglurnar. Og allarbest er, at eitt fólk hevur øll kortini hjá felagnum um hendi, so tað er til at halda stýr á.

Gevið eisini gætur, at tá tit biðja um ferðaseðlar á ferjunum og bussunum, at tit so útgreina, hvussu nógv børn eru undir 15 ár í ferðalagnum, tí tey gjalda hálvan prís.

Tað er ábyrgdin hjá ferðalagnum at hava galdandi kort við. Um kortið ikki er við, má gjaldast fyri ferðina (sí grein 4).

Hava tit kort, sum eru óvirkin, bíleggið so nýggj í góðari tíð – skrivað til isf@isf.fo .