ÍSF hevur latið gjørt eina TAK-VÆL-ÍMÓTI-plakat til øll ítróttafelag at hanga upp eitt sjónligt stað, har tey vanliga venja.

Átakið varpar ljós á týdningin at taka væl ímóti nýggjum limum, soleiðis, at tey fáa hug at koma aftur.

Øll kunnu vera við til at geva nýggjum íðkarum ein kenslu av at kenna seg væl í felagsskapinum – venjarar, hjálparfólk, foreldur og nevndarlimir.

Boðskapurin er, at smáar gerðir gera allan munin!

Ongantíð betri, um, tit alla tíðina hava tað í huga, at í tykkara felag skulu øll kenna seg væl – bæði nýggir og royndir limir.

Plakatin er í góðari góðsku í A2 stødd, og tit eru øll vælkomin á skrivstovuna á Frælsinum 30 eftir einum ella fleiri eintøkum. Ella skriva til til isf@isf.fo

Tey, sum ynskja tað, kunnu fáa plakatina sum pdf-fílu, kunnu taka hana niður her.

Tak plakatina niður her