14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensen frá Ægir skal bera vatni til setanina av oyggjaleikunum.

Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj sítt egna vatn við heiman frá. Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.

Í Føroyum hevur siðvenja verið at yngsta ítróttarfólkið bera vatnið.

Til hesar leikirnir er svimjarin, Líggjas Joensen yngsta ítróttarfólkið, umboðandi Føroyar, og tí fær hann heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli kl. 18:23 á havnalagnum í St Peter Port.