Úrskurður Ítróttadómstólsins viðvíkjandi kæru frá HB um loyvisbrævið hjá Pálli Mohr Joensen

Ítróttadómstólurin hevur viðgjørt kæru, dagfesta 20. juni 2006, frá Havnar Bóltfelag (hereftir HB) um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya um handfaringina av loyvisbrævinum hjá Pálli Mohr Joensen.

Í viðgerðini hava allir 5 nevndarlimirnir luttikið: Anja Hovgaard, formaður, Anna Dam, næstformaður, Poul Hansen, Børge B. Hansen og Eyðbjørn Larsen.

Fótbóltssamband Føroya (hereftir FSF) hevur í skrivi sínum frá 30. juni 2006 víst til gegnisreglurnar, ið eru galdandi fyri Ítróttadómstólin. Uppá fyrispurning í sambandi við munnligu viðgerðina høvdu partarnir onga viðmerking til gegnisspurningin. Semja er millum limirnar í Ítróttadómstólinum um, at allir limir eru gegnigir at viðgera kæruna.

Málslýsing
Tann 25. mars 2006 var dystur spældur millum HB og VB/Sumba í steypakappingini. Úrslitið av dystinum var, at HB vann 4-1.

FSF leggur tann 23. mars 2006 leikaralistan út á heimasíðu sína. Við skrivi, dagfest 28. mars 2006, sendir HB rættingar til leikaralistan til FSF og ger m.a. vart við, at Páll Mohr Joensen skal standa á listanum sum leikari hjá HB. Hetta er sami Páll Mohr Joensen, ið leikti við í dystinum tann 25. marts 2006.

FSF kannar málið og ger vart við, at teir ikki finna loyvisbrævið hjá Pálli Mohr Joensen og seinni boðar FSF so frá, at Páll Mohr Joensen ikki hevði loyvi at spæla fyri HB. Hetta førir so við sær, at FSF av sínum eintingum, vísandi til heimildina í § 39, stk. 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt, tekur málið upp og seinni dømir HB at tapa dystin grundað á, at Páll Mohr Joensen ikki hevði loyvisbræv at leika við HB 25. mars 2006 og tí var ólógligur leikari.

Avgerðin um, at HB skal tapa dystin móti VB/Sumba verður staðfest av Dómsnevnd FSF 16. juni 2006 við 2 atkvøðum fyri og 1 ímóti.

Grundarlagið undir viðgerðini
Grundarlagið undir viðgerðini av kæruni er tilfarið, ið kærarin og FSF/Dómsnevndin hava latið Ítróttadómstólinum.

Harumframt hava partarnir á fundi 12. juli 2006 lagt síni sjónarmið munnliga fram fyri Ítróttadómstólin. Fyri HB møttu: Niels Winther Poulsen, advokatur, Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbólti, Hallur Danielsen, formaður í P/F Havnar Fótbóltur og Finn Ludvik, formaður í Havnar Bóltfelag. Fyri FSF møttu: Óli Holm, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari.

Kæran frá HB
HB hevur í kæruni til Ítróttadómstólin kært um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá FSF frá 16. juni 2006, har meirilutin í Dómsnevndini staðfesti, at:

“HB skal tapa dystin móti VB/Sumba, tí Páll M. Joensen er ólógligur leikari, tí hann hevur leikt uttan spæliloyvi.”

HB hevur gjørt galdandi, at:

– Kappingarnevndin ikki hevði heimild at taka málið upp, tí talan ikki er um serligt føri sambært § 39, stk. 3 í kappingarreglunum.

– FSF átti at havt skrivað út loyvisbræv, tí reglurnar í §§ 14 og 15 í kappingarreglunum um loyvisbrøv eru ógreiðar, og at HB tann 11. januar 2006 hevur latið FSF allar kravdar upplýsingar.

– ivasamt er, hvør hevur próvbyrðuna fyri, um FSF hevur móttikið skjalið leysgeving/loyvisbræv- FSF ella HB.

– málið viðvíkjandi Pálli Mohr Joensen ikki er viðgjørt samsvarandi líkaregluni, tí onnur dømi eru um vantandi loyvisbræv, har FSF einki hevur gjørt.

– avleiðingin at tapa dystin er ov hørð í mun til møguliga brotið havandi proportionalitetsprinsippið í huga.

Málskrav FSF´s
FSF metir ikki, at Ítróttadómstólurin hevur heimild at viðgera málið, eins og FSF metir, at Ítróttadómstólurin, um málið verður viðgjørt, eigur at koma til somu niðurstøðu sum allir myndugleikar innan FSF.

FSF hevur gjørt galdandi, at málið um Páll Mohr Joensen er avgreitt eftir fastari siðvenju, har felag verður dømt at tapa 0-3 tá spælari uttan loyvisbræv verður nýttur. Harafturat varð gjørt galdandi at FSF hevur fasta og trygga postmannagongd, soleiðis at eingin ivi kann vera um, hvørt ein umsókn frá HB um leysgeving av spælara er móttikin áðrenn steypakappingardystin 25. mars 2006.

FSF gjørdi eisini galdandi, at felagið hevur havt somu mannagongd viðvíkjandi loyvisbrøvum í nógv ár, kanska eini 15-20. Loyvisbræv og leikarasáttmálar eru grundleggjandi hvør sítt og mugu ikki samantvinnast. Fyri tað, um leikarasáttmáli er latin FSF, er hetta tí ikki at meta sum áheitan um flytan av loyvisbrævi. Nevnt varð, at feløg hava heimild at samráðast við leikara frá tí, at 6 mánaðir eru eftir av sáttmálaskeiði. Í hesum tíðarskeiði kann sáttmáli verða undirskrivaður millum leikara og nýtt felag og sendur FSF til góðkenningar, meðan leikarin framvegis leikar fyri gamla felagið í fleiri mánaðir eftir, at nýggi sáttmálin er gjørdur og góðkendur. So leingi FSF ikki hevur móttikið sjálva fráboðanina um leysgeving/loyvisbræv, er FSF av teirri áskoðan, at feløgini ikki eru samd um sjálva flytingina av loyvisbrævinum, tí tað kunnu vera millumverandi, sum gera, at gamla felagið ikki vil leysgeva leikaran.

FSF førdi fram, at § 14, stk. 1 sambært fastari siðvenju er tulkað soleiðis, at spælari, ið einans hevur spælt við einum og sama felag, ikki nýtist loyvisbræv fyri at verða roknaður sum lógligur spælari.

Viðgerð Ítróttadómstólsins:

Um heimildir Ítróttadómstólsins 
FSF hevur í skrivi frá 30. juni 2006 ført fram, at sum sjálvstøðugur limur í FIFA hevur FSF skyldu til at syrgja fyri, at FSF er hægsti nationali myndugleiki í øllum fótbóltsviðurskiftum, og at FIFA ikki góðtekur, at stovnar uttanfyri FSF hava myndugleika at skúgva til viks avgerðir, sum stovnar innan FSF og FIFA hava tikið. Tí hava hvørki FSF ella limafeløgini heimild at leggja mál fyri vanligu dómstólarnar, og tí er í § 42 í kappingarreglunum fyri fótbólt ásett, at allar avgerðir hjá Dómsnevndini eru endaligar og ikki kunnu kærast til aðrar myndugleikar ella leggjast fyri dómstólarnar.

Víðari hevur FSF ført fram, at Ítróttadómstólurin ikki hevur heimild at viðgera kappingarmál. FSF ger í hesum sambandi galdandi, at partur av § 16 í Endamál og skipan Ítróttasambands Føroya, samanhildin við § 42 í kappingarreglunum hjá FSF skal skiljast soleiðis, at Ítróttadómstólurin ikki hevur heimild at viðgera kærur um úrskurðir av avgerðum hjá Dómsnevnd FSF’s.

Ítróttadómstólurin metir ikki, at FIFA regluverkið (FIFA Statutes, art. 61 Obligations), har forboð er sett móti at leggja mál fyri vanligu dómstólarnir, útilokar, at Ítróttadómstólur ÍSF hevur myndugleika at viðgera mál, har Dómsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð.

Viðvíkjandi tulkingini av § 16 í Endamál og skipan Ítróttasambands Føroya verður sum heild víst til úrskurð Ítróttadómstólsins frá 30. juni 2005 í málinum um kæruna frá B36 um handfaringina av loyvisbrævinum hjá Eyðuni Højgaard. Í hesum máli metir Ítróttadómstólurin seg somuleiðis hava heimild at viðgera kæruna frá HB. Leggjast skal afturat, at talan er um mál av alstórum týdningi fyri partarnar í málinum, har prinsipiell og grundleggjandi viðurskifti viðvíkjandi umsitingini av kappingarreglunum, viðgerðini í Kappingarnevndini og Dómsnevndini og týdninginum av loyvisbrøvum verða viðgjørd. Eisini av hesi orsøk metir Ítróttadómstólurin seg hava heimild at viðgera málið.

Um kæruna frá HB

Um tulkingina av “serligum føri” sambært § 39, stk. 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt
Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at ein heimild til av sínum eintingum at taka eitt mál upp, har partarnir hava kærurætt, men har kærufreistin er farin, eigur at verða nýtt við varsemi, soleiðis at ásetingin ikki óbeinleiðis verður nýtt til at leingja eina møguliga kærufreist ella til at taka upp mál, har møguligir partar ikki neyðturviliga vilja hava málið viðgjørt. Kappingarreglurnar ella viðmerkingarnar til hesar nágreina ikki, hvat serligt føri er.

§ 39, stk. 3 má sambært Ítróttadómstólinum tulkast sum eitt undantak til meginregluna í § 39, stk. 1 um, at kærast kann um øll brot á kappingarreglurnar. Tí eigur henda heimild sambært vanligum tulkingarmeginreglum at verða tulkað avmarkandi.

FSF hevur víst á tvey dømi frá 2005, har Kappingarnevndin tók mál um vantandi loyvisbræv upp, hóast eingin hevði kært. Í sambandi við munnligu viðgerðina í Ítróttadómstólinum førdi HB tó fram, at í sambandi við hesi málini varð spurningurin um, hvørt talan var um serligt føri ikki viðgjørdur og tí varð støða heldur ikki tikin til spurningin um heimildina hjá Kappingarnevndini eftir § 39, stk. 3.

Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at hvørt talan er um serligt føri í stóran mun er ein metingarspurningur, har tað fyrst og fremst er upp til Kappingarnevndina at meta um spurningin. Tá orsøk ikki er fyri at halda, at Kappingarnevndin greitt er farin út um heimildir sínar í hesum sambandi, metir Ítróttadómstólurin ikki, at orsøk er til at leggja seg út í hesa meting.

Viðvíkjandi §§ 14 og 15 í kappingarreglum fyri fótbólt
Í § 14, stk. 1 í kappingarreglunum hjá FSF er ásett, at leikari fyri at kunna luttaka í lands- og steypakappingini, skal hava loyvisbræv frá FSF.

Sambært stk. 2 í somu grein hava feløgini ábyrgdina av á hvørjum ári og í seinasta lagi 1. mars í kappingarárinum at fráboða allar sínar leikarar til FSF við upplýsingum um navn, bústað og føðingardag. FSF skrásetir leikararnar og útflýggjar loyvisbrøv. Leikari er sambært stk. 3 at meta sum lógligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv.

Leggjast má til grund, at Páll Mohr Joensen ikki hevði gildugt loyvisbræv frá FSF, tá dysturin varð leiktur 25. mars 2006.

HB ger galdandi, at felagið hevur latið FSF bæði leikarasáttmála og skjalið um leysgeving/loyvisbræv 11. januar 2006, men sambært FSF hevur FSF ongantíð móttikið skjalið um leysgeving/loyvisbræv, men einans leikarasáttmálan.

FSF hevur ført fram, at FSF datostemplar allan móttiknan post, ið síðani verður goymdur í skjalasavninum. Tí kann eitt móttikið skjal ikki blíva burtur.

Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at tað er HB, ið hevur próvbyrðuna fyri, at skjøl eru send FSF. Av skjølunum í málinum sæst, at bæði leikarasáttmálin og skjalið um leysgeving/loyvisbræv eru undirskrivað av HB og Páll Mohr Joensen 11. januar 2006, og stuðlar hetta páhaldinum um, at bæði skjølini vórðu send FSF samstundis.

HB kundi tó á einfaldan hátt, t.d. við at sent skrivið við telefaks ella sum innskrivað bræv, tryggjað sær prógv fyri innlatanini av skjalinum leysgeving/loyvisbræv. Tá HB, hvørki í skjølum ella á annan hátt, hevur ført prógv fyri, at umrødda skjalið um leysgeving/loyvisbræv er sent FSF, verður lagt til grund, at FSF ikki hevur móttikið skjalið um leysgeving/loyvisbræv.

HB vil vera við, at felagið við leikarasáttmálanum hevur latið tær upplýsingar til FSF, sum eru neyðugar til, at FSF útskrivar loyvisbræv, sbr. 14, stk. 2 í kappingarreglunum, og at FSF tí átti at skriva út loyvisbræv.

Ítróttadómstólurin staðfestir, at leikarasáttmálin, sum varð latin FSF í januar 2006 (móttikin 16. januar 2006), hevur upplýsingar um navn, bústað og føðingardag hjá Páll Mohr Joensen og inniheldur tí tær upplýsingar, sum sambært § 14, stk. 2 í kappingarreglunum hjá FSF verða kravdar fyri at útskriva loyvisbræv.

Leikarasáttmálin viðger viðurskifti millum feløg og leikara, meðan loyvisbrævið er váttan fyri, hvar leikari lógliga kann leika. Hóast eingi formkrøv eru til fráboðanir um at leysgeva leikara/loyvisbrøv, eru leikarasáttmálar og loyvisbrøv bæði í kappingarreglunum og sambært siðvenjuni hildin hvørt frá øðrum í mun til tað at lata inn leikarasáttmálar og umbønir um at flyta loyvisbrøv. Soleiðis er í § 15 og 16 í kappingarreglunum ásett, hvussu farast skal fram, tá leikari skiftir felag, meðan tað í § 17 eru ásettar reglur um at lata inn og góðkenna leikarasáttmálar.

Ítróttadómstólurin heldur tí, at hóast ein innlatin leikarasáttmáli inniheldur tær upplýsingar, ið kravdar verða sambært § 14, stk. 2 í sambandi við skráseting av leikarum og útflýggjan av loyvisbrøvum, kann leikarasáttmálin ikki einsamallur hava við sær, at FSF skal skriva út loyvisbræv, tá talan er um leikara, ið skiftir felag. Hetta sjónarmið verður eisini stiðjað á, at HB, við at siga seg hava sent FSF bæði leikarasáttmálan og skjalið um leysgeving/loyvisbræv, er vitandi um vanligu mannagongdina.

HB hevur ført fram, at formliga er tað NSÍ, ið sambært § 15, stk. 1 hevur skyldu at fráboða, at Páll Mohr Joensen ikki longur leikar fyri felagið. Í hesum sambandi skal Ítróttadómstólurin viðmerkja, at uttan mun til, um tað sambært § 15, stk. 1 í kappingarreglunum er skyldan hjá gamla ella nýggja felagnum at senda FSF fráboðan um leysgeving av leikara/loyvisbrævi, er tað skyldan hjá felagnum, ið viðkomandi leikari skal leika fyri, til eina og hvørja tíð at syrgja fyri, at viðurskiftini viðvíkjandi loyvisbrævinum eru í lagi.

HB hevur ført fram, at fleiri dømi eru um spælarar, ið ongantíð hava fingið loyvisbræv frá FSF. Eisini eru ítøkilig dømi um leikarar, ið hava leikt við í Formuladeildini, og eftir at hava skift felag hava teir leikt við nýggja felagnum uttan loyvisbræv frá FSF, og uttan at hetta hevur fingið fylgir fyri avvarðandi felag.

Soleiðis sum málið er upplýst fyri Ítróttadómstólinum, má leggjast til grund, at stórur partur av leikarunum leika, uttan at FSF hevur útflýggjað teimum loyvisbræv.

FSF hevur upplýst, at hóast orðaljóðið í § 14 setir sum krav, at leikari skal hava loyvisbræv fyri at kunna luttaka í lands- og steypakapping, er siðvenja, at leikarar, ið ongantíð hava skift felag, verða mettir sum lógligir leikarar, uttan at loyvisbræv er útskrivað. Undir viðgerðini av málinum er prógv ført fyri, at FSF hevur flutt loyvisbrævið hjá leikara frá einum felag til annað, uttan at skjalið um leysgeving/loyvisbræv varð latið FSF frammanundan. Flytingin hendi harumframt eftir, at leikarin hevði leikt fyri tað felagið, ið FSF flutti loyvisbrævið til. Vantandi loyvisbrævið fekk ongar avleiðingar fyri felagið.

FSF hevur grundað hesa flyting av loyvisbrævinum við, at hóast leikarin varð skrásettur í øðrum felagi, vóru so nógv ár síðani at leikarin hevði leikt í tí felagnum, at FSF eftir umstøðunum metti seg hava heimild til flytingina.

Av framløgdu skjølunum sæst, at leikarin, ið sum smápiltur hevur leikt 1 ár fyri B36, tann 25. mars 2006 var skrásettur hjá B36, og at hann sambært leikaralista frá HB 3. desember 1999 ikki var skrásettur hjá HB, men eftir leikaralista frá 3. mai 1998 var viðkomandi skrásettur hjá HB. Ongar upplýsingar eru um orsøkina til ella grundarlagið undir broyttu skrásetingunum, men FSF hevur ført fram, at ein møgulig frágreiðing kann vera, at FSF síðan 1990/91 hevur skrásett leikarar í telduskipanum. Hesar eru skiftar út fleiri ferðir seinastu árini og konverteringar og skift millum skipanir hava elvt til, at mistøk eru komin fyri, og skrásetingar eru blivnar burtur.

Ítóttardómstólurin metir, at tað at dømi eru um, at leikari ikki er mettur ólógligur orsakað av vantandi loyvisbrævi, og at siðvenja er, at leikarar, ið ongantíð hava skift felag og tí ongantíð hava fingið formligt loyvisbræv frá FSF, kann ikki í sjálvum sær føra til, at Páll Mohr Joensen kann spæla uttan loyvisbræv bara grundað á innlatna leikarasáttmálan.

Soleiðis sum málið er upplýst fyri Ítróttadómstólinum, er sannlíkt, at tveir aðrir leikarar hava leikt í sama leikumfari sum HB í steypakappingini, uttan at hava loyvisbræv til tað felag, ið leikt varð fyri.

Upplýsingarnar í viðgerðini hjá Kappingarnevndini av Páll Mohr Joensen-málinum vísa, at Kappingarnevndin var vitandi um hesar báðar leikararnar tá nevndin tann 31. mai 2006 gjørdi av, at HB skuldi tapa dystin. Sama var galdandi fyri Dómsnevndina, tá henda 16. juni 2006 staðfesti avgerðina hjá Kappingarnevndini.

FSF hevur í skrivi til Dómsnevndina, dagfest 12. juni 2006, upplýst, at málini viðvíkjandi loyvisbrøvunum hjá Klæmint Matras hjá B36 og Knút Vesturtún hjá EB/Streymi verða tikin til viðgerðar í Kappingarnevndini tá Dómsnevndin hevur gjørt úrskurð í Páll Mohr Joensen málinum. Dómsnevndin tók støðu til Páll Mohr Joensen-málið 16. juni 2006, men FSF hevur enn ikki tikið hesi mál til viðgerðar. FSF upplýsti á fundinum við Ítróttadómstólin tann 12. juli 2006, at viðgerðin bíðar eftir úrskurðinum hjá Ítróttadómstólinum í Páll Mohr Joensen-málinum.

Til hetta hevur HB viðmerkt, at Kappingarnevnd FSF´s við at áseta næsta leikumfar í steypakappingini til 28. juni 2006, longu hevur avgjørt, at hesi bæði mál ikki fáa somu avleiðing fyri avvarðandi feløg sum fyri HB í Páll Mohr Joensen-málinum. Hetta er tí, at eingin meining hevði verið í at latið feløgini leikt enn eitt umfar, fyri síðani møguliga at døma feløgini at tapa dystin í fyrsta umfari (og harvið at vera úti av steypakappingini), tí málið um fyrsta dystin er tikið til viðgerar eftirfylgjandi. Víðari hevur HB ført fram, at orsøkin til at FSF aftrar seg við at taka hesi bæði málini upp er, at øll landskappingin í ár hevði dottið niðurfyri. Hevði HB ikki sjálvt gjørt vart við viðurskiftini hjá Páll Mohr Joensen, høvdu helst fleiri umfør gingið, áðrenn málið kom upp, um tað yvirhøvur nakrantíð hevði komið fram, og tá hevði FSF helst ikki tikið málið upp, men rættað málið umsitingarliga.

HB hevur at enda ført fram, at um fylgjan av, at Páll Mohr Joensen hevur leikt uttan loyvisbræv verður, at HB verður dømt at tapa dystin, stendur avleiðingin í mismun til brotið. Hetta er m.a. tí, at feløgini HB og NSÍ høvdu avgreitt øll viðurskifti sínamillum, at HB ongantíð hevur dult nakað í hesum máli ella roynt at fingið sær fyrimunir, men tvørturímóti sjálvt hevur vent sær til FSF við rættingini av skrásetingini av leikaranum, at leikarasáttmálin og allar kravdar upplýsingar viðvíkjandi leysgeving/loyvisbrævi er latin FSF í góðari tíð undan dystinum og at talan ikki er um landskapping, men steypakapping og tí er avleiðingin enn meira tyngjandi fyri HB.

Ítróttadómstólurin skal viðmerkja
Ítrótttadómstólurin er av teirri fatan, at tað er skyldan hjá felagnum, ið viðkomandi leikari skal leika fyri, til eina og hvørja tíð at syrgja fyri, at viðurskiftini viðvíkjandi loyvisbrævinum eru í lagi. Tí tekur Ítróttadómstólurin eisini undir við, at vanliga avleiðingin av manglandi loyvisbrævi er, at felag verður dømt at tapa 0-3. Skal avleiðingin av manglandi loyvisbrævi verða ein onnur enn frammanfyri nevnda, mugu serlig viðurskifti tí vera, ið tala fyri, at vikið verður frá meginregluni.

Eitt av endamálunum við loyvisbrævinum er at tryggja, at viðurskiftini millum gamla og nýggja felagið eru í lagi. Hetta verður stuðlað á § 17, stk. 1-3 um at felag ella leikari kunnu leggja spurningin um at flyta til annað felag fyri Kappingarnevndina, um peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda leikaran.

Sambært pkt. 15, 7. og 8. petti í frágreiðing til kappingarreglurnar fyri fótbólt, er tað av stórum týdningi, at málini verða so væl upplýst sum møguligt og allir partar í málinum hava tí krav uppá at verða kunnaðir um alt tilfar í málinum. Í hesum sambandi skal Ítróttadómstólurin viðmerkja, at FSF við tess stovnum fyrisitir kappingarreglurnar, og at FSF tí, hóast eingi formlig krøv eru um hetta, havandi rættartrygdina í huga í ávísan mun átti at vegleitt feløgini og fyrisitið á líknandi hátt sum rættarskipanin og almennir fyrisitingarligir myndugleikar hava skyldu til sambært lóg og aðalreglum. Her skal eisini havast í huga, at FSF hevur eina umsiting við fleiri starvsfólkum, meðan feløgini í flestu førum hava lítla ella onga umsiting, og talar hetta tí fyri, at FSF tekur fyrilit fyri hesum. FSF hevur tó ikki viðvirkað stórvegis til, at hetta mál verður so væl upplýst sum møguligt.

Ítróttadómstólurin heldur, at tað, at:

– HB við at fráboða eina rætting til leikaralistan sjálvt er orsøk til at málið verður tikið upp,

– HB ikki hevur fingið nakran fyrimun av ikki at senda FSF fráboðan um leikaraskiftið,

– mótstøðuliðið hjá HB ikki hevur kært,

– øll viðurskifti millum HB og gamla felagið (NSÍ) vóru avgreidd

– eingin kunngerð er gjørd við heimild í § 16, stk. 2 í kappingarreglunum um innlatan av umsókn um at skifta felag og frávikum hesum viðvíkjandi, 

– ivi er sáddur um rættleikan av skrásetingunum av loyvisbrøvum hjá FSF,

– vantandi formkrøv eru í kappingarreglunum til fráboðanir um at skifta felag

– samsvar ikki er millum siðvenju og orðaljóðið á §§ 14 og 15 í kappingarreglunum,

– talan er um steypakappingardyst og at

– líknandi mál ikki altíð verða viðgjørd eins.

eru viðurskifti, ið eftir umstøðunum kunnu tala fyri, at vikið verður frá meginregluni.

Tað, at FSF av sínum eintingum tekur einstakt mál upp eftir § 39, stk. 3, og at FSF, hóast HB ger sannlíkt, at onnur feløg eru í júst somu støðu, tá um vantandi loyvisbrøv ræður, metir Ítróttadómstólurin ikki er í samsvari við líkaregluna og kravið um at viðgera eins føri eins.

Havast skal í huga, at frálidna tíðin í slíkum málum hevur avgerðandi týdning fyri avleiðingarnar av møguligari revsing, og harvið fyri hvørja revsing FSF av røttum kann áleggja einum felag. Við ikki at taka støðu til øll hesi málini av sínum eintingum og samstundis, metir Ítróttadómstólurin sostatt, at FSF ger brot á líkaregluna, við teirri avleiðing, at eins føri ikki kunnu avgreiðast eins orsakað av frálidnu tíðini.

Loyvisbrøvini hjá nevndum leikarum eru enn ikki komin uppá pláss, hóast hesir hava leikt fleiri dystir í Formuladeildini og leikarin í B36 eisini leikti annan dystin í steypakappingini. Ítróttadómstólurin metir, at FSF hevur próvbyrðuna fyri, at hesir leikarar ikki eru í somu støðu sum Páll Mohr Joensen. Hesa próvbyrðu hevur FSF ikki lyft, og tá FSF framvegis ikki hevur tikið støðu í nevndu málum, kann ikki avvísast, at FSF viðger leikarar/feløg í somu støðu ymiskt.

Ítróttadómstólurin metir omanfyri standandi brot vera so álvarslig brot á líkaregluna og Ítróttadómstólurin hevur tí tann 15. juli 2006 gjørt henda

úrskurð

Avgerðin hjá Dómsnevnd FSF frá 16. juni 2006 verður ógildað, og málið verður víst aftur til Kappingarnevndina at viðgera av nýggjum, har støða skal verða tikin til, hvør avleiðingin av, at HB nýtti ein leikara uttan loyvisbræv, skal verða, og at Kappingarnevndin í hesum sambandi skal hava fyrilit fyri teimum báðum málunum viðvíkjandi leikarum hjá EB/Streymi og B36, ið FSF umrøður í skrivi til Dómsnevnd FSF, dagfest 12. juni 2006.

 

Anja Hovgaard 
Anna Dam 
Poul Hansen
Børge B. Hansen 
Eyðbjørn Larsen