Í veruleikanum er einki nýtt í málinum, tí bæði lóg og mannagongdir, sum verða nýttar, hava verið galdandi í nógv ár. Lógin hevur ongantíð verið nakar trupulleiki, og átti tí heldur ikki at verið tað nú, og mannagongdirnar hava somuleiðis ígjøgnum langar tíðir riggað væl.
Løgtingið er ikki nakar trupulleiki, tí har bendir alt á, at ein greiður meiriluti ynskir, at viðgerðin av útlendingaspurningum skal vera so smidlig sum til ber, og fyrrverandi landsstýrismenn á økinum hava ikki havt trupulleikar hesum viðvíkjandi.
Í Útlendingastýrinum sær heldur ikki út til, at mannagongdirnar eru broyttar, so tað einasta, sum er nýtt í málinum, er at ein nýggjur landsstýrismaður hevur fingið málið at umsita.
Sjálvandi skulu vit hava lógir viðvíkjandi útlendingum, sum koma til Føroya í stytri ella longri tíðarskeið. Men umráðandi er, at vit ikki viðgera fremmandafólk soleiðis, at tað verður til skaða fyri okkara umdømi úti í heimi.
Vit eiga ikki at gloyma, at føroyingar mangan hava kunnað leitað sær til onnur lond at arbeitt, tá arbeiðsloysi hevur verið í Føroyum. Tá tað nú frættist, at útlendskar familjur, sum hava búð í Føroyum í fleiri ár, verða splittaðar, við at onkur av teimum verður sendur av landinum, meðan onnur fáa loyvi at verða verandi, má sigast, at málið er farið ov langt.
Onkur hevur mælt til, at útlendingamál verða yvirtikin sum føroysk sermál, fyri at skil aftur kann fáast á hesum viðurskiftunum, men tað loysir ongan trupulleika. Sum longu er víst á, so er tað ikki lógin, sum er trupulleikin, men einans ein partur av umsitingini.
Líkamikið hvussu vit orða eina lóg, so fæst hon ikki at virka, um partarnir í málinum ikki fáast at samstarva. Hetta er enn eitt dømi um, at samstarv er vegurin fram.