Hósdagin 8 juni  kemur danska útlendingastovan á vitjan.Tað er Gitte Rydal, fulltrúi hjá danska útlendingamyndugleikanum, sum kemur at greiða frá. Í hesum sambandi skipar ÍSF fyri einum evnisfundi í ÍSF húsinum hóskvøldið tann 8. Juni  frá kl 18:00 til 19:00.

Endamálið við vitjanini er m.a. at fáa útlendingamyndugleikan nærri at brúkaranum, soleiðis at ymiskar misskiljingar og møguligir fordómar kunnu fáast av vegnum. Ein slík vitjan gevur góðan møguliga at vita, um væntanarsamsvar er ímillum partarnar, útlendingamyndugleikan og ítróttina. Á fundinum verður eisini yvirskipað greitt frá, hvussu útlendingamál verða viðgjørd.

ÍSF vónar at umboð fyri feløg og sersambond møta fjølment á fundinum.