Tað kom dátt við, tá stjórn ÍSF’s kundi staðfesta, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttafeløgunum kring alt landið, nú skal svíða fyri at fáa Løgtingsfíggjarlógina fyri 2011 at hanga saman.
Hóast játtanin til ítróttina stórt sæð bara er lækkað seinastu 20 árini, hevur man í uppskotinum fyri 2011 valt at skera enn eina hálva millión av tí stuðli, sum Løgtingið letur Ítróttasambandi Føroya, og harvið til føroyska ítrótt.
Vit standa spyrjandi og undra okkum yvir hugburðin, sum landið vísir við hesum. Tí boðskapurin hongur ikki saman. Tað er rørsluár í ár, har tað eisini frá politiskari síðu verður víst á hvussu týdningarmikið tað er at fólk røra seg og íðka ítrótt undir skipaðum viðurskiftum. Í ÍSF kunnu vit eisini við gleði staðfesta, at talið av feløgum í felagsskapinum bara økist, føroysku fólkaheilsuni til frama.
Tá vit annaðhvørt ár senda okkara ítróttaungdóm at umboða Føroyar á Oyggjaleikum, fáa vit eisini váttað frá politiskari síðu, hvussu týdningarmikið arbeiðið er, sum verður gjørt innan føroyska ítrótt. Sama er galdandi, tá okkara fremstu ítróttafólk koma heim við glitrandi altjóða heiðursmerkjum um hálsin.
Men tað sæst bara ikki aftur í politikkinum. Her miðskeiðis í rørsluárinum 2010, og júst sum sersambondini eru mitt í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Isle of Wight næsta summar, koma boðini frá almennari síðu um, at skerjast skal enn ein hálv millión av stuðlinum til ítróttina.
Hetta skal síggjast í ljósinum av, at ÍSF longu hevur mist stuðulin til ein ítróttaráðgeva, umframt at ein millión var skorin av stuðlinum til fótbóltin í sambandi við ólavsøkupakkan í fjør. Hervið hevur ítróttin mist 1,85 millión krónur bara innan fyri seinastu trý árini. Ístaðin hava vit fingið 600.000 krónur at stuðla úrvalsítrótt við, sum vit sanniliga fegnast um, men tað kemur jú ikki breiðu ítróttini tilgóðar.
Stjórnin í ÍSF harmast um hesa gongd, tí tað er eisini á øðrum økjum, at ítróttin er fyri vanbýti. Eitt nú fingu vit lyfti um eina mvg-afturbering tá stuðulsskipanin til ítróttaanlegg og samkomuhús fór úr gildi, men hóast givin politisk lyfti, er einki víst í verki í hesum máli.
Tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fatað tað ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin innan ítróttalívið kring allar Føroyar gera dag og dagliga. Í mun til so nógv annað, sum peningur verður játtaður til á løgtingsfíggjarlógini, so er tann hálva milliónin, sum nú verður skorin frá ítróttini piparnøtur, og tað er samlaða upphæddin til ÍSF upp á 4,75 milliónir jú eisini.
Um hetta uppskotið verður atkvøtt ígjøgnum í verandi líki, verður hetta til stóran skaða fyri tað, sum vit hava roynt at bygt upp innan ÍSF gjøgnum seinastu árini. Vit hava tvey starvsfólk í umsitingini, harav annað virkar sum ítróttaráðgevi. Umsitingin kann ikki skerjast meira, annars dettur øll samskipanin av ítróttini innan- sum uttanlands sundur.
Longu nú byggir størsti parturin av arbeiðinum, sum verður gjørdur í ÍSF-húsinum upp á sjálvbodna arbeiðsmegi. ÍSF húsið virkar jú sum ein ambassada, sum javnan sendir fólk út í heimin at umboða Føroyar – og eg eri sum ÍSF-forseti errin av hesari umboðan. Tað tykir ikki sum myndugleikarnir eru eins ernir av okkara ambassadørum á altjóða leikvøllunum, sum politikarar og ráðharrar annars siga seg vera, tá teir halda heiðursrøður fyri okkara vinnarum. Við hesum lag, verður avmarkað hvussu nógvum ambassadørum vit kunnu heiðra við heimkomu, tí ráðini vera ikki at senda tey avstað.
Skerjingin av játtanini kemur í høvuðsheitum at ganga út yvir ítróttaliga virksemið hjá ÍSF og sersambondunum. Vit kunnu rokna við, at landslið detta niðurfyri, og sama er galdandi fyri førleikamennandi skeið av eitt nú venjarum og dómarum.
Hetta harmonerar ómetaliga illa saman við tí veruleika, at alt fleiri føroyingar íðka ítrótt í skipaðum feløgum samstundis sum heilsumyndugleikar og politiskir myndugleikar eggja øllum til at røra seg meira.
Næsta ár eru ætlanir um at seta kostin á dagsskránna. Eins og við rørsluárinum metir ÍSF seg hava eina týdningarmikla uppgávu fyri at broyta vanarnar hjá føroyingum, og serliga tí uppvaksandi ættarliðnum, á eina heilsubetri kós. Men kann hetta fremjast við eini lækkandi játtan?
Tí er vón okkara, at politikararnir á Føroya Løgtingi og í tess fíggjarnevnd síggja virðið, sum verður gjørt í ÍSF og í ítróttafeløgunum, og at hesir virða hetta arbeiði við í minsta lagi at lata vera við at skerja játtanina í oyggjaleikaárinum 2011.
ÍSF-húsið, novembur 2010
Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti