Smápartafelagið Ítróttavedding hevur júst latið sínum eigarum 10,5 milliónir krónur í veddingarpengum, sum koma føroyskum barna- og ungdómsarbeiði til góðar

Á hvørjum ári er tað ein munagóður pengaposi, ið verður lutaður út, tí føroyingar eru við í skipanini við veddingarpengum umvegis Danske Spil, og er tað smápartafelagið Ítróttavedding, ið umsitur hesar pengar í Føroyum. Eigarar eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð, Mentamálaráðið og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

Veddingarpengarnir verða býttir út eftir einum lykli, sum er reguleraður eftir løgtingslóg, og er hetta býtið 60 prosent til Ítróttasambandið, 20 prosent til Ungdómsráðið, 15 prosent til Mentamálaráðið og nú eisini fimm prosent til MBF, sum kom upp í skipanina í fjør og nú hevur fingið veddingarpengar fyri aðru ferð.

– Ja, vit fingu okkara fyrstu veddingarpengar í fjør, og teir eru komnir heilt ótrúliga væl við hjá bæði okkum og limafeløgunum, sigur Carita Björklund, forkvinna í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sum hesaferð fekk 525.000 krónur í sín part.

– Hesir pengarnir koma partvíst inn í raksturin og parvíst øllum limafeløgunum til góðar, tí ein partur fer í okkara limagrunn, sum okkara 24 limafeløg so kunnu søkja um at fáa pengar úr til serlig tiltøk ella átøk.

 

Í lagi at fleiri fáa

Tað var í síni tíð Ítróttasambandið, sum mestsum einsamalt syrgdi fyri, at samstarv kom í lag við donsku veddingartænastuna í 1998, men nú fleiri eru um at fáa ein part av samlaðu køkuni, er tað ikki nakað, Ítróttasambandið tekur sær tykni av.

– ÍSF hevur verið drívmegin frá fyrsta degi, men vit fáa so 60 prosent av pengunum, so tað er í fínasta lagi, at onnur eisini fáa, tí tað arbeiði, sum verður gjørt, er jú annað enn ítróttur. Tað, sum er mest umráðandi, er at hesir pengarnir gagna samfelagnum, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti.

– Veddingarpengarnir hava so nógv at siga fyri okkum, tí uttan teir var neyvan nakað ÍSF í dag, sum vit kenna tað. Okkara partur er hesaferð 6,3 milliónir krónur, sum fara til ítøkiliga virksemið, vit hava í barna- og ungdómsarbeiðinum, meðan einki skal brúkast til umsiting, men sjálvt virksemið.

 

Einasta inntøkan

Hjá Føroya Ungdómsráð hava veddingarpengarnir eisini sera stóran týdning, tí nú ráðið hevur fingið at vita, at ein almenn játtan upp á 150.000 krónur verður skerd, hava tær 2,1 milliónir krónurnar frá veddingarpengunum alt at siga.

– Hjá nógv teimum flestu feløgunum, sum eru limir hjá okkum, er hetta tann einasta inntøkan, so hetta heldur lív í nógvum av tí sjálvbodna ungdómsarbeiðinum, sum er í Føroyum, sigur Rói B. Poulsen, formaður í stýrinum fyri Føroya Ungdómsráð, sum fevnir um stórt sæð allar ikki ítróttarligar ungdómsfelagsskapir í landinum, og sum letur 10 prosent av veddingarpengunum í ein stuðulsgrunn, sum tey 26 limafeløgini kunnu søkja úr.

Mentamálaráðið fær hesaferð næstan 1,6 millión krónur av veddingarpengunum, og verða hesir pengar latnir útaftur í stuðli til bæði feløg og einstaklingar.

– Í reglugerðini fyri stuðulin stendur, at ætlanin við hesi játtan er at stuðla verkætlanum og tiltøkum til gagns fyri børn og ung. Talan er um sera ymisk endamál, so stuðulin røkkur rættiliga vítt og kemur væl við nógvastaðni, sigur Alda Joensen, fulltrúi í Mentamálaráðnum.

Á myndunum er tað nevndarformaðurin í smápartafelagnum Ítróttavedding, Tórfinn Højgaard, ið handar kekkarnar við veddingarpengunum, sum hesaferð vóru tilsamans góðar 10,5 milliónir krónur.