Venjaraskeið

30. og 31. oktober var skeið í Sørvági. Hetta skrivaðu luttakararnir úr Hvirluni um skeiðið:

Tað týdningarmiklasta í einumhvørjum ítróttafelag er, at venjararnir hava neyðugu førleikarnar, og í tí sambandinum hava tríggjir av venjarunum (Eydir, Høgni og Heri) verið á barna og ungdómsvenjaraskeið í Sørvági. Hetta er partur av skeið-útboðnum hjá Dansk Idrætsforbund sum ÍSF hevur fingið hendan vegin.

Á skeiðinum var komið inn á nógv áhugaverd og relevant evnir;

  • hvussu ein ger venjingarnar áhugaverdar fyri børn og ung (og vaksin)
  • ábyrgd og etikur í sambandi við venjing av børnum
  • hvat slag av venjing hóskar til ymisksu aldursbólkarnar
  • nær ein fær mest burturúr at specialisera ymisku typurnar av venjing
  • uppskot um venjingar fyri børn og ung
  • hvussu ein sum venjari eigur at verða opin fyri tí ein sær og upplivir
  • og nógv annað

Av tí at nógvar ymiskar ítróttagreinar vóru umboðaðar (t.d. fimleikur, svimjing, rógving, fótbóltur, flogbóltur badminton, frælsar), so komu nógv áhugaverd kjak har fólk tosaðu út frá ymiskum erfaringum, og eins og altíð, tá ymsar meiningar og erfaringar møtast, er úrslitið at øll fara heim við meir, enn tey komu við.

Samanumtikið var tað eitt gott skeið, sum vit halda at flestu barnavenjarar fáa nakað gott burturúr av verða við til.

[nggallery id=27]