At menna eitt ítróttarfelag er ein týðandi liður at hava ein hóp av vælskikkaðum og -útbúnum venjarum.

Hevur tú sum venjari hug at førleikamenna teg, fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár, so er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg.

Eitt Venjari 1-skeið eru sett á skrá í heyst tann: 3.-4. november

Venjari 1, skeiðsinnihald:
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar, nei takk

Byrjað verður leygardag kl. 09.00 til 20.30 og sunnudag verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00. Skeiðið fer fram í ÍSF-húsinum í Havn.
Undirvísari: Heri Ziska.

Evni:
Ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir. Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll, sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
– Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Gjaldast skal, tá tilmeldingin er váttað á konto: 9181 151.233.3. Tilmeldingin er bindandi.

Tilmelding:
…fer fram við at fylla hetta skjalið út: Tilmeldingarskjal

Seinasta freist at melda til er 12. oktober 2018.