Lær at arbeiða strategiskt við marknaðarførslu á sosialum miðlum.
Mikukvøldið 27. oktobur kl. 17-21 skipar ÍSF fyri eini verkstovu, har sambondini kunnu fáa læring um, hvussu man
leggur eina meira tilvitaða ætlan fyri síni “marknaðarførslu” á sosialu miðlunum.
Innihaldið í skeiðnum verður hetta:
- Yvirlit yvir sosialu miðlarnar
- Framework fyri tykkara strategi
- Hvat skulu vit leggja út
- Raðfesting av resursum
- Hent amboð til sosialu miðlarnar
- Hvussu koma í gongd
Undirvísari verður Jákup Brúsá, útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc), samskifti og miðlar (BA).
Skeiðið er fyri nevndarlimir og starvsfólk hjá sambondunum í ÍSF.
Skeiðið er ókeypis og verður tann 27. okt. kl 17-21 í undirvísingarhølunum hjá Fótbóltssamband Føroya í Gundadali.
ÍSF bjóðar ábit.
Tilmelding kann gerast við at senda teldupost til andras@isf.fo í seinasta lagi 24 okt.
Viðmerkið navn og hvørt samband, tit umboða.
Nærri kunning um verkstovuna fæst her: Verkstova: Social Media Strategi – Jákup Brúsá (jakup.fo)