Ákallan á politikarar og frítíðarfelagsskapir frá ÍSF:

Vit mugu taka ábyrgdina í størri álvara!

Talið av børnum og ungum, sum mistrívast, veksur støðugt. Hesa seinastu tíðina er ljós varpað á vaksandi trupulleikar av rúsevnum, einsemi og sálarligum trýsti millum ung. Tíðin er komin til at gevast at tosa og í staðin finna breiðar loysnir tvørtur um alt samfelagið. Hervið bjóðar ÍSF seg fram til at vera partur loysnini. Hvør annar er við?

 

Tað hava helst verið fleiri enn eg, sum hava øtast av yvirskriftunum seinastu góða árið.

Ein mynd er dagað fram, sum vit helst ikki vilja hoyra um. Okkara ungu stríðast á fleiri frontum millum annað við vánaliga sálarheilsu og strongd. Hartil eru rúsevni vorðin alsamt vanligari millum ung í øllum landinum og í øllum aldri.

Men vit vaksnu kunnu ikki blíva við at stinga høvdið í sandin. Yvirskriftir sum: »Føroyskur ungdómur er strongdur«, »Nógv rúsevni millum ung« og »Rúsevni floyma inn í okkara land« sum vit hava sæð seinastu tíðina, kunna okkum um ein veruleika, sum skal takast í álvara. Og tað skal gerast nú!

Tí tað snýr seg um okkara børn. Um okkara ungu. Og um okkara ábyrgd.

Tey, sum enda uttanfyri

Vit í ÍSF hava samskift við SSP, ið er eitt samstarv ímillum Skúla, Sosialar myndugleikar og Politi.  Endamálið er at fyribyrgja kriminaliteti millum ung og at seta inn tíðliga, so børnini ikki enda á skeivari kós.

Í hesum samskiftinum við SSP kom løgreglan við eini greiðari – og samstundis hugvekjandi – niðurstøðu: øll tey ungu undir 18 ár, ið enda sum mál hjá politinum, tí tey traðka við síðuna av, hava ein felagsnevnara. Hóast umstøðurnar annars kunnu vera sera ymiskar, er kortini eitt, sum gongur aftur hjá øllum. Tað er, at tey ikki eru partur av nøkrum skipaðum felagsskapi. Tey kenna seg líkasum ikki hóska inn nakrastaðni og enda tí – tilvitað ella ótilvitað – uttanfyri allar mennandi felagsskapir.

Uttanfyri skipaða felagsskapin er lættari at enda á skeivari kós. Har kennist nívandi einsemið. Og har kann sálarheilsan verða bjóðað av á heilt øðrvísi hátt enn hjá teimum, sum eru innanfyri felagsskapin.

Tíbetur hava vit í Føroyum nógvar góðar og uppbyggiligar felagskapir av ymsum slagi. Ítrótturin er bara ein teirra. Men øll vit, sum varða av ymsu felagsskapunum, mugu nú minka meskarnar, so vit fáa fatur á børnum og ungum, sum í dag ikki kenna seg hoyra til.

Fyribyrgjandi felagsskapurin

Fyri mítt egna øki kann eg byrja við at viðurkenna, at kappingarítróttur ikki er fyri øll. Og tað hevur verið nógv fokus á úrslit seinastu árini. Kanska ov nógv.

Tí ítróttur er so nógv annað enn úrslit. Ítróttur er eisini rørsla og felagsskapur í orðsins breiðastu merking. Hann knýtir okkum saman. Letur okkum verða ein part av eini størri heild og hoyra til, sama um vit venja nógv ella lítið – um vit vilja vinna ella bara vera við – um vit hjálpa til ella eru áskoðarar.

Í ítróttinum eru nógvir mátar at vera við í felagsskapinum. Men kortini er ein bólkur av børnum og ungum, sum fellir uttanfyri. Sum manglar ein meiningsfullan felagsskap.

Málið má tí vera, at vit í felag strekkja okkum longur, so vit eisini fáa henda bólkin við. So at tey eisini gerast virkin – sama um tað er innan ítrótt og rørslu, skótar, kreativar listagreinar, politikk, átrúnað ella annað. Vit eiga øll ábyrgdina. Vit eiga øll at rætta teimum hondina.

Ikki tí – eg eri ikki so bláoygd at halda, at um bara øll eru partur av einum felagsskapi, so er sloppið. Trupulleikar kunnu liggja aftanfyri, sum stinga djúpt ella sum krevja eina djúpari viðgerð.

Men um felagsnevnarin fyri tey ungu, sum enda sum politimál, er vantandi felagsskapur, so er kortini nærliggjandi at hugsa, at tann góði felagsskapurin onkursvegna hevur eina fyribyrgjandi effekt. Og so hava vit í felag – øll somul – skyldu til at strekkja okkara felagsskapir longur út, so vit fanga enn fleiri av teimum, sum í dag kenna seg uttanfyri.

Nýggir trupulleikar – nýggjar loysnir

Hóast trupulleikarnir, sum nú vísa seg her heima, eru nýggir her – eru teir tó kendir aðrastaðni. Í 2018 lat DGI úr hondum eina stóra rapport um danskan ungdóm og tær avbjóðingarnar, sum nýggja tíðin hevur havt við sær av sálarligum avbjóðingum, einsemi og strongd.

Stóra kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum bendir á tað sama her heima.

Og nú vit seinasta árið ikki hava havt felagsskapin, hava vit av álvara sæð, hvønn týdning tað hevur fyri okkum at gera okkurt í felag og at vera virkin saman. Hetta seinasta árið hevur prógvað, at vit mugu taka hetta í álvara.

Vit eiga til dømis at gerast betri til at lurta eftir teimum ungu og geva teimum teir møguleikar, sum tey ynskja sær og sakna, eftirsum tey ikki føla seg hoyra heima í nøkrum av verandi ítróttargreinunum ella frítíðartilboðunum.

Lat okkum skapa dialog og ganga teimum á møti, tí tey ungu vita best sjálvi, hvat teimum manglar. Lat okkum tora at hugsa øðrvísi. Og lat okkum fíggja tað, tað kostar. Detta tey niðurímillum, kostar tað mangar ferðir meiri – bæði fyri tey persónliga, fyri familjur teirra og fyri samfelagið.

Saman við politisku skipanini og øðrum ungdómsfelagsskapum vilja vit vera við til at bøta um sálarheilsuna hjá teimum ungu. Har er tað avgerandi, at vit minnast, at fyri mong eru rørsla og frítíðarítriv eitt frírúm frá tí annars støðuga trýstinum um at avrika. Tí skulu vit ikki seta høg mál fyri øll ella trýsta øll til at náa langt. Nógv størri fokus skal setast á trivnaðin heldur enn bara á úrslitini – innan ítróttin eins væl og innan onnur tilboð.

Øll eiga ábyrgdina

Men eg kann sjálvandi bara tala fyri mítt øki. ÍSF er ein samanrenning av 25 sambondum, sum aftur hava 150 limafeløg. Vit vita, at vit røkka kring alt landið – og at vit hava stóra ábyrgd.

Hesa ábyrgdina vilja vit nú standa við. Saman við øðrum góðum kreftum vilja vit gera okkara til at lofta teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kenna seg hoyra til nakrastaðni í dag. Tey, sum hava tað trupult og kenna seg einsamøll. Vit vilja fáa tey við.

Hetta er álvarsamt. Politikarar hava sagt seg vilja gera okkurt, og til dømis hevur Taks nú fingið hægri játtan til eftirlit við innflutningi.

Men hetta røkkur longur enn “bara” til okkara landamørk. Hetta er eitt samfelagsmál, sum rakar alt landið, øll samfelagsløg og viðkemur øllum borgarum.

Vit mugu tí øll vera partur av loysnini. Frítíðarfelagsskapir, foreldur, politikarar, SSP – og ÍSF.

Tí felagsskapur er at skapa í felag. Øll hava okkurt virðismikið at lata og øll hava okkurt gott at vinna.

Megna vit ígjøgnum góðan og gevandi felagskap at tryggja børnum og tannáringum eina betri ungdómstíð, er nógv vunnið. Tað má av sonnum vera besta heiðursmerki, vit yvirhøvur kunnu droyma um her á landi.

Vegna ÍSF rætti eg hervið hondina fram. Hvør tekur hana?

Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti