Á myndini síggjast luttakararnir, sum vóru á venjaraskeiðið hjá ÍSF í vikuskiftinum.
Seinasta vikuskiftið, 30. september & 01. oktober skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Havn. 13 fólk luttóku á skeiðnum, og hesi fingu handa prógv tá, skeiðið var liðugt.
Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.
Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:
- Ítróttur og venjing
- Ítróttaskaðar
- Ítróttur og børn.
ÍSF leggur stórna dent á at tilboðini til tey børn og ung í Føroyum, skulu verða á so høgum støði sum gjørligt, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.
ÍSF vil tí, í samstarvi við sambond og feløg, vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.
Undirvísari var Eyðstein Simonsen
Á myndini síggjast tey 13, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.