Væleydnað evniskvøld

04/11/2008

Evniskvøldið um úrvalsítrótt mánakvøldið 3. november eydnaðist væl. Við fjølbroyttum framløgum og kjaki varð ljóskastarin eina løtu settur á føroyska úrvalsítrótt.

Hvussu menna vit føroyskan úrvalsítr...

30/10/2008

Hvussu menna vit føroyskan úrvalsítrótt? -Temakvøld um úrvalsítrótt Ítróttasamband Føroya skipar mánakvøldið 3. nov. 2008 kl. 20.00 fyri einum temakvøldi […]

Tillukku Royn og B68

25/10/2008

Tvey av limafeløgunum í Ítróttasambandi Føroya, Royn og B68, hátíðarhalda í dag ávikavist 85 og 40-ára føðingardagar sínar.  Ítróttasamband Føroya […]

Løgmaður verji ÍSF

16/10/2008

Kaj Leo Johannesen løgmaður hevur játtað at vera verji hjá Ítróttasambandi Føroya. Í hesum sambandi handaði starvsnevndin hjá ÍSF 15. oktober 2008 løgmanni gullnál ÍSF og skreytblað.

Oyggjaleikirnir 2009

13/10/2008

Sum kunnugt verða oyggjaleikirnir á Álandi í døgunum 27. juni til 4. juli 2009. Fyribils hava vit tilmeldað 111 aktiv ítróttafólk

Aftur eitt áhugavert venjaraskeið

07/10/2008

Sera áhugavert skeið fyri venjarar og leiðarar at børnum og ungum var í vikuskiftinum hildið í ÍSF húsinum. Skeiðleiðarin Ulrik við síni vitan og royndum dugdi sera væl at leggja tilrættis, soleiðis at vit øll, hóast bakrund og aldur, vóru rivin við á ferðini, tá umræður hvat ein góður venjari eigur at verða greiður yvir.

Góður Atburður – nú sum plakat

30/09/2008

Fyrr í ár útgav ÍSF etiskar leiðireglur innan ítrótt. ÍSF sendi øllum feløgunum í landinum nøkur eintøk. Hesi eintøk fáast nú sum plakat.

Gevandi venjaraskeið

22/09/2008

Um vikuskiftið var venjaraskeið í ÍSF-húsinum. Venjarar hjá børnum og ungum í hondbólti, svimjing og fimleiki luttóku. Undirtøkan á skeiðnum […]

4 pláss eru eftir

19/09/2008

    Skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum -Ítróttur fyri børn og ung Tað eru komin 4 avboð til […]

Ert tú dopaður?

09/09/2008

Øll ítróttarfólk, sum taka heilivág, sum er á dopinglistanum, eiga at ogna sær eitt TUE-loyvi.

Tá ítróttarfólk taka heilivág, sum er á dopinglistanum, er neyðugt hjá teimum at hava eitt TUE-loyvi (Temporary Use Exeption).

Freistin at søkja um stuðul frá NATA ...

21/08/2008

Øllum við áhuga í ferðavinnusamstarvi landanna millum, stendur í boði at søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi. Samstarvið skal umfata minst tvey av teimum trimum londunum.

Tillukku Pál og Kári

06/08/2008

Góðu Pál, Kári, Jón og Petur Heðin

Hjartaliga væl afturkomnir úr Serbiu og hjartaliga tillukku við óføru avrikunum. Ítróttasamband Føroya vil takka tykkum fyri, at tit eru so framúr umboð fyri føroyskan ítrótt úti í heimi.

Føroyar á IGA aðalfundi

30/06/2008

Ítróttasamband Føroya hevur um vikuskiftið luttikið á aðalfundi hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini, IGA, í Álandi.

Nýggj heimasíða

27/06/2008

ÍSF hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan kemur at geva okkum nógvar nýggjar spennandi møguleikar. Nærri verður at frætta um hetta, so hvørt sum tillagingarnar verða gjørdar.

Ítróttasamband Føroya á norðurlends...

09/06/2008

Umboð fyri Ítróttasamband Føroya hava í vikuskiftinum tikið lut í árliga norðurlendska felagsfundinum fyri ítróttasambond. Hesa ferð varð fundurin hildin […]

Væleydnaður fyrilestur

29/05/2008

Fyrilesturin við Svein Femtehjell leygardagin var sera væl eydnaður. Svein er útbúgvin prestur og socialpædagog og hevur haraftrat arbeitt innan eliteítróttina í Noreg, í nogv ár.

Hvat við hinum 13?

Ítróttasamband Føroya fegnast um, at tvey av okkara 15 sersambondum sambært tilmælinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini hava fingið hækkað játtanina við kr. 100.000,-.