Á myndini síggjast luttakararnir saman við Hera Ziska, undirvísara og Andras Nolsøe, ítróttaráðgeva í ÍSF.

Seinastu vikurnar hava næmingarnir á Ítróttabreytini í Nám X, verið í gjøgnum Venjara 1 útbúgvingina, sum ÍSF skipar fyri.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn.

Endamálið við ítróttabreytini á Nám X er m.a. at geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning.

At geva næmingunum hóskandi avbjóðingar, bæði kropsliga og sálarliga. Avbjóðingar, ið menna næmingarnar sum menniskju og gera teir betur førar fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum lívið seinni bjóðar teimum.

Ein partur av hesum tilboðnum umfatar eisini at næmingarnir fáa møgugleika at taka Venjara 1 útbúgvingina hjá ÍSF og harvið fáa eitt sterkt amboð, sum tey kunnu brúka um tey gerast venjarar úti í feløgunum.

Undirvísari á skeiðnum var Heri Ziska

ÍSF ynskir næmingunum hjartaliga tillukku við prógvinum.