Í oktober mánaða fingu 5 føroyskir dopingeftirlitsfólk góðkenning, at taka dopingroyndir.
Dopingeftirlitsfólkini fingu frálæru í teimum mannagongdum, sum eru tengdar at hesum arbeiði og stóðu sjálvi fyri dopingroyndunum, sum vóru tiknar herfyri.
Áður hevur Antidoping Danmark staðið fyri hesum royndum – og hevur hetta viðført, at arbeiðið ikki hevur verið nóg støðugt.
Føroysku dopingeftirlitsfólkini hava nú møguleika sjálvi, at taka hesar royndir og tað fegnast ÍSF sjálvandi um.
Higartil í ár eru 30 royndir tiknar av føroyskum ítróttafólki og allar royndir hava verið negativar.
Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, fegnast um at dopingeftirlit nú kann fremjast av føroskum eftrilitsfólki.
”Áður hava dopingroyndir bert verið tiknar 2 ferðir um árið. Nú hava vit møguleikan at fara meira málrættað út og hetta ger, at arbeiðið gerst meira støðugt og skipað”, sigur Petur Mittún.
Petur Mittún sigur víðari, at ÍSF í framtíðini fer at seta enn meira fokus á antidoping. Í februar mánaða verður skipað fyri verkstovu fyri øll sersambondini í ÍSF. Eisini verður almennur fyrilestur í februar, har m.a. fólk úr Antidoping Danmark koma at greiða frá.