Seinasta vikuskiftið, 7. og 8. februar 2020, skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Glyvra Skúla. Hetta var tað fyrsta av fyribils 5 venjaraskeiðum, sum ÍSF fer at skipa fyri komandi vikurnar.

Venjara1 skeiðið er sera væl egna til allar venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum.

Runavíkar Kommuna bjóðar, sum tann fyrsta kommunan í landinum øllum børnum og ungum ímillum 6 og 18 ár eitt frítíðarkort, sum gevur teimum ein munandi betri møguleika, at luttaka í frítíðarvirkseminum í kommununi.

ÍSF og Runavíkar Kommuna hava í hesum sambandið gjørt avtalu um, at Venjari 1 útbúgvingin ella líknandi útbúgving frá avvarandi sersambandi, skal liggja sum grundarlag hjá øllum venjarum í Kommununi.

Hetta gleðast vit í ÍSF almikið um, tí vit vilja vera við at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum til børn og ung er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn.

Undirvísari var Heri Ziska

Á myndini síggjast tey 7, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.