Um tú er skipaður og hevur hug til at tryggja ein reinan ítrótt í Føroyum, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Um Antidoping Føroyar
Antidoping Føroyar hevur eftirlit við og arbeiðir fyri, at doping ikki fer fram í føroyskum ítrótti. Antidoping Føroyar verður stýrt av eini trýmannanevnd, sum er sett av ÍSF, men skipanarliga óheft av og skilt frá virkseminum hjá ÍSF.
Uppgávurnar há Antidoping Føroyum eru
- At taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum,
- At melda og leggja mál fram um doping
- At kunna um doping
- At luttaka í altjóða arbeiði at fyribyrgja doping, og
- At ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.
Antidoping Føroyar hevur tætt samstarv við Antidoping Danmark.
Tú verður sett/ur sum starvsfólk hjá ÍSF, men til dagligt verður víst til nevndina í Antidoping Føroyum. Seks dopingeftirlitsfólk eru knýtt at virkseminum hjá Antidoping Føroyum.
Um starvið
Vit leita eftir einum samskipara, sum skal skipa antidopingarbeiðið í Føroyum. Talan er um eitt starv, sum egnar seg væl sum eitt starv afturat øðrum starvi. Mett verður, at tú í miðal kemur at arbeiða í 10 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, men við stórum møguleika til at skipa arbeiðið sjálv/ur. Starvsstaðurin er í hølum hjá ÍSF, men møguleiki er eisini fyri at arbeiða heimanífrá.
Uppgávurnar hjá samskiparanum fevna eitt nú um
- At samskipa dopingroyndir í Føroyum. Takast skulu umleið 40 royndir árliga av ítróttafólkum. Uppgávan hjá tær verður at samskipa arbeiðið og senda tiknar royndir til kanningarstovu og móttaka/skráseta svar.
- At kunna um doping, har tørvur er á tí.
- At hava ábyrgd av dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum.
- At hava samskifti við Antidoping Danmark
- At vera skrivari hjá nevndini fyri Antidoping Føroyar, sum møtist umleið 4 ferðir árliga.
- At svara fyrispurningum sum koma til Antidoping Føroyar doping.
Um hetta hevur tín áhuga, so ber til at seta seg í samband við Petur Mittún, aðalskrivara í ÍSF á telefon 218284 ella petur@isf.fo ella Jónas Tór Næs, formann í Antidoping Føroyum, á telefon 222838.
Løn sambært nærri avtalu.
Umsóknir
Umsóknir og lívrensl og onnur skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. januar 2024. Umsóknir skulu sendast til antidoping@isf.fo við evninum “antidopingsamskipari”.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
https://isf.fo/wp-content/uploads/2024/01/2024-01-09-Starvslysing_ADF.pdf