At skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroyaleikir, krevur góðar samstarvsfelagar. Føroyaleikir hava tí gjørt samstarvsavtalu við fimm høvuðsstuðlar og 4 kommunur fyri leikirnar í 2022.

Høvuðsstuðlarnir eru Betri, Atlantic Airways, SMS, Sport 24 og Wenzel

Kommunurnar eru: Vágs-, Tórshavnar- Runavíkar- og Klaksvíkar kommuna.

Á lítlari samkomu í hølunum hjá Betri, har har umboð fyri kommunurnar og høvuðsstuðlarnar vóru møtt, helt forseti ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen stutta røðu, har hon takkaði fyri dygga stuðulin, sum samstarvsfelagirnir hava veitt Føroyaleikum.

Jónhild Rasmussen, Kundastjóri í Betri Trygging bar heilsu fram vegna betri og vísti á týdningin tað hevur fyri fólk og samfelag at slíkar ítróttakappingar sum Føroyaleikir verða fyriskipaðar.

At enda greiddi Anna Maria Toftegaard, samskipari fyri Føroyaleikir frá komandi leikunum, fyrireikingunum og framtíðarætlanunum fyri leikunum.

Á myndunum síggjast umboð fyri kommunur og stuðlar saman við umboðum fyri ÍSF til samkomuna í dag.