Á myndini síggjast umboð fyri høvuðsstuðlarnar saman við forsetanum í ÍSF.
Fyri at Føroyar kunnu luttaka á eini so stórari ítróttastevnu sum oyggjaleikir eru, so krevur hetta góðar samstarvsfelagar.
ÍSF hevur tí gjørt samstarvsavtalu við fýra høvuðsstuðlar fyri oyggjaleikirnar á Guernsey í 2023.
Høvuðsstuðlar eru SMS, Atlantic Airways, Bakkafrost og Sport 24
Á hgnaligum fráfaringartiltaki í SMS leygardagin ísamband við oyggjaleikirnar á Guernsey, vóru samstarvssáttmálar undirskrivaðir við teir fýra høvuðsstuðlarnar.
Forsetin ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen stutta røðu, har hon takkaði fyri dygga stuðulin, sum samstarvsfelagirnir veita ÍSF í samband við Oyggjaleikirnar. Eisini takkaði hon Mentamálaráðnum fyri fíggjarligan stuðul til leikirnar.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.