Emma Bahne Madsen byrjaði mánadagin 2. september í starvsvenjing hjá ÍSF í samband við sína útbúgving í Sport Management á UCN í Aalborg.

Uppgávurnar hjá Emmu verða í høvuðsheitum at hjálpa til við planleggingini av eini føroyskari ítróttarviku, umframt við Oyggjaleikum 2027, serliga við atliti at sjálvbodnum. Hon valdi at koma til Føroya í starvsvenjing, tí her hendir so nógv í ítrótti – og tað er spennandi at fáa innlit í hesa menningina. Eisini ynskir hon at uppliva ta heilt fantastisku náttúruna og mentanina heruppi.

Útbúgvingin í Sport Management er uppbygd sum framhaldslestur, har tey í alt skulu hava lisið í 3,5 ár. Áður hevur Emma ein bachelor í Miðlaframleiðslu og Leiðslu frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Emma skal vera í starvsvenjing inntil jólar, tá hon skal skriva endaligu verkætlanina og verður liðug við útbúgvingina seinast í januar.

Vit bjóða Emmu vælkomnari í starvsvenjing hjá ÍSF og síggja fram til gott samstarv.