Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum. 36 royndir eru tiknar av ítróttarfólkum í Føroyum í 2018 og er hetta í tráð við ætlaða virksemi hjá Antidoping Føroyar. Allar royndirnar vóru negativar.
Ítróttafólkini, sum eru kannaði, umboða fótbólt, hondbólt, kappróður, inniróður, svimjing, judo, boksing og fimleik. Hetta árið hevur arbeiðið eisini verið soleiðis lagt til rættis, at royndirnar eru tiknar á nógvum ymiskum plássum. Dopingroyndirnar eru tiknar í Klaksvík, Runavík, Norðragøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í Vági.
Føroysku dopingeftirlitsfólkini halda, at ítróttafólk eru vorðin meira tilvitaði um antidoping.
– Hetta fyrsta árið hevur gingið avbera væl. Dopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir og hava tey samstundis verið væl móttikin, verður sagt úr Antidoping Føroyum. Sagt verður eisini, at ítróttafólkini nú eru vorðin meira tilvitaði um antidoping og tað er at fegnast um.
Nakrar venjingarmiðstøðir gjørt avtalu
Dopingeftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidoping Danmark, tá tað fevnir um venjingarmiðstøðir. Vitjað var á ymiskum venjingarmiðstøðum í Keypmannahavn og vóru dopingeftirlitsfólkini eisini kunnaði um mannagongdir og annað í samband við teirra leiklut sum dopingeftirlitsfólk.
Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. Tær eru: Vælvera í Tórshavn, Vælvera í Saltangangará , Vælvera í Vági, Vælvera í Vestmanna, Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower í Klaksvík, Fullpower í Runavík og Íðka í Klaksvík.